2025-06-14 08:55

Flogbóltssamband Føroya:
Silver League, menn:
Føroyar – Ísland 3-2 (25-21, 25-18, 23-25, 20-25, 15-13)
Føroyska manslandsliði í flogbólti vann 3-2 á Íslandi í sínum fyrsta dysti í Silvurliguni 2025, sum varð spældur í Íslandi í gjárkvøld.
Eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrstu tvey settini og lógu á odda 8-5 í triðja setti, vóru útlitini fyri sigri avbera góð, men kinkur kom á, og Ísland javnaði til 2-2 í settum og var á odda 12-11 í fimta setti. Føroyar svaraðu tó aftur og vunnu settið 15-13 – og harvið dystin 3-2.
1. sett: Í fyrsta setti var leingi púra javnt, og fyrstu ferð tvey stig vóru á muni var tá Føroyar løgdu seg á odda 10-8. Føroyar megnaðu at økja til 19-14, men Ísland svaraði aftur og minkaði um munin til 17-19. Settið kom tó ikki í vanda, tí Føroyar vunnu fýra stig á rað og løgdu seg á odda 24-18, áðrenn settið varð vunnið 25-21.
2. sett: Annað sett minti um tað fyrsta, og eftir 9-9 fóru Føroyar framum 12-9. Ísland svaraði tó aftur og javnaði til 13-13, men gleðin hjá teimum var stokkut, tí Føroyar vunnu fýra á rað og løgdu seg á odda 17-13 og síðani 20-15, áðrenn settið varð vunnið 25-18.
3. sett: Mynstrið endurtók seg í triðja setti, men endin var ein annar, tí eftir at Føroyar høvdu verið á odda 8-5, javnaði Ísland til 11-11, og hareftir skiftust liðini um at vera á odda, til Ísland hevði vunnið 25-23.
4. sett: Eftir javnleik 5-5 í fjórða setti, hevði Ísland hug at draga frá, og endin varð at Ísland vann 25-20, og so skuldi dysturin avgerast við javnbrótara.
5. sett: Føroyar fingu flúgvandi byrjan og løgdu seg á odda 3-0, men Ísland javnaði til 6-6 og fór síðan framum 10-9, 11-10 og 12-11. Føroyar vunnu síðani tríggjar bóltar á rað, og fóru framum 14-12, og eftir at Ísland hevði yvirlivað fyrra dystarbóltin, smassjaði Bjarni Joensen Føroyar til 15-13 sigur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/04/gallery-thumbnail/1685907888bpykmubm3l.jpg)
Bjarni Joensen - føroyskur toppskjútti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/13/gallery-thumbnail/1749842579hzjubppytz.webp)
Bjarni var eisini toppskorari hjá Føroyum við 27 stigum; 24 av teimum við smassjum. Bróðurin Hjørtur fekk 21 stig; 18 upp á smassj. Wang brøðurnir, Jóhan Arni og Jákup Árni, fingu tilsamans 19 stig; sjey við vinnarablokki.
Í dag, leygardagin klokkan 16, spæla menninir hjá Føroyum ímóti sterka svenska liðnum.
Kvinnurnar spæla leygarkvøldið klokkan 19 í Luksemborg ímóti Íslandi.
Sí eisini: Føroyar vunnu fimm-settara í Íslandi
------
Føroyska manslandsliðið:
Landsliðsmanningin hjá Føroyum:
Bjarni Joensen, kantur
Filip Ilic, Kantur
Hákun Nón, Kantur
Mattias Nolsøe Isaksen, kantur
Hjørtur Joensen, diagonalur
Hjørtur Sólstein, diagonalur
Niels Niclasen, hevari
Thorvald Danielsen, hevari
Silas Poulsen, libero
Tórður Gunnarsson Højsted, libero
Vuk Ilic, miðblokkur
Jákup Árni Elisson Wang , miðblokkur
Rani Ákason, miðblokkur
Jóhan Arni Elisson Wang, miðblokkur
Venjari: Boban Ilic
Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo
Fysioterapeutur: Niklas Reginsson, NB Fysioterapi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald