Hondbóltur

Føroyar vunnu sannførandi á Estlandi

Føroysku dreingirnir reistust í Georgia í morgun.

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

2018-08-11 12:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U18-landsliðið við monnum vann ein ógvuliga tryggan sigur á Estlandi í morgun í sínum næsta dysti í EM-kappingini í Georgia. Føroyar vunnu 31-21.

Føroyska verjan, sum hevði stórar trupulleikar í dystinum í gjár, vísti seg frá eini væl betri síðu í dag.

Føroyar løgdu seg á odda beinavegin til 5-0 og hildu leiðsluni allan dystin. Tað komu ikki nógv mál í fyrra hálvleiki, hálvleiksstøðan var 10-6 til Føroyar.

Í seinni hálvleiki kom av álvara hol á málskjótingina, og endaliga úrslitið bleiv 31-21.

Málverjin, Pauli Jacobsen, varð valdur til dagsins leikara.

Mánadagin skulu Føroyar spæla móti Makedonia.

Málskjúttar:
Hákun Vest av Teigum, 7
Elias á Skipagøtu, 6
Sakaris Aviano Sakarisson, 6
Pauli Mittún, 4
Heini á Heygum, 3
Dánjal Ragnarsson, 2
Julian Kragesteen, 1
Bogi Hansen, 1
Ivan Mrdalo, 1

hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder