Kappróður

Føroyingar í British Rowing indoor Championships

13 føroyingar - umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya - eru skrásettir til heilar 80 kappingar tilsamans.

Vár G. Hansen er ein av luttakarunum (Savnsmynd)

Vár G. Hansen er ein av luttakarunum (Savnsmynd)

2025-12-05 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna ferðast íkarar úr øllum heiminum til Birmingham, har British Rowing Indoor Championships verður hildið. BRIC er ein av størstu altjóða inniróðursstevnunum á árinum, og ein kapping sum mong seta sær fyri at luttaka í og aftur í ár eru føroyskir íðkarar at finna á starlistanum.

13 føroyskir íkarar – umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya – hava tikið túrin til Birmingham at kappast um bretsku meistaraheitini í fleiri ymsum bólkum og teinum. Hópurin hevur tilsamans skrásett seg til heilar 80 kappingar. Har eru bæði sprint-teinar á 100, 250, 500 og 1.000 metrar, klassiski 2.000 metra teinurin, 1-, 4-, 5- og 6-minuttir rógving, umframt lið- og stafettkapping, sum er ein týðandi partur av BRIC-stevnuni, skrivar Róðrarsamband Føroya.

– Føroysku úrslitini í innirógving hava tey seinastu árini staðfest, at Føroyar eru millum fremstu tjóðir á hesum øki. Luttøkan á BRIC er tí bæði ein menningarmøguleiki og ein møguleiki at vísa føroyskan stríðsvilja og evnir á einum av heimsins størstu inniróðurspallum.

Føroysku íkarnir, ið luttaka á BRIC 2025, eru:

Fyri RSF:
Vár G. Hansen
Sarita K. Hansen
Jóhanna av Steinum

Fyri KÍF Kappróður:
Vár D. í Húsinum
Pætur J. Danielsen
Kristvør K. Clementsen
Nanna S. Jóannisdóttir
Poula Christiansen

Fyri Róðrarfelagið Tindur:
Pauli Joensen
Petra Johnsdóttir

Fyri Eiðis Róðrarfelag:
Sirið A. Mørkøre
Victoria Høghamar
Eyðbjørt Eidesgaard

Høvðus- og Stórstuðlar eru Kemilux, Burn, og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder