Annað

Føroyingar til DM í functional fitness

Eyðun H. Hentze vann silvur og tryggjaði sær luttøku í HM-kappingini, sum verður í Avstralia í vetur.

2025-06-30 18:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fýra føroyskir íðkarar luttóku í vikuskiftinum í Danmarksmeistara-kappingini í functional fitness, har tey fingu avbera góð úrslit.

Functional fitness er ein ítróttagrein, ið er sprottin burtur úr crossfit. Functional fitness og crossfit byggja á náttúrligar rørslur og venjingar, ið styrkja kroppin til gerandisdagin. Í kapping verður testað innan ymiskar rørslubólkar – alt frá rennibreyt og lyfting til balansu og tekniska fimleikir.

Til kappingina skuldu luttakararnir gjøgnum fimm "workouts", útførd á sama degi:1. endurance (úthaldni og kondi), 2. styrki (kraft og tyngd), 3. power (eksplosiv styrki), 4. skills (teknikkur og kroppslig fimi) og 5. mixed (samansettar avbjóðingar fyri at vísa heildarførleikar)

Úrslitini hjá føroyingunum

Teir føroysku luttakararnir kláraðu seg sera væl og komu heimaftur við flottum úrslitum

  • Eyðun H. Hentze Højgaard – nr. 2 (45-49 ár)  
  • Jóhanna av Steinum – nr. 4 (45-49 ár)
  • Tordis Tróndarson – nr. 5 (35-39 ár)
  • Katrin Hovland Kristensen – nr. 6 (35-39 ár)

Íðkararnir venja dagliga í Tvørmegi, har grundarlagið verður lagt við miðvísari og drívandi venjing.

Eyðun til HM í Australia

Við sínum framúr 2. plássi hevur Eyðun H. Hentze tryggjað sær pláss til heimsmeistarakappingina í functional fitness, sum verður hildin í Australia í vetur.

Hetta er fyrstu ferð føroyskir íðkarar luttaka í einari kapping í functional fitness, og úrslitini vísa, at vit í Føroyum eisini kunnu kappast á høgum stigi í hesari ítrottagreinini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder