Fótbóltur

Føroyingarnir eru komnir til Kosovo

Hópurin, venjarar og og hjálparfólk hjá A-landsliðnum eru nú í Pristina. Eini 70 fjepparar eru eisini við.

Landsliðshópurin við fráferð í Vágum seinnapartin (Mynd: Sverri Eghol)

Landsliðshópurin við fráferð í Vágum seinnapartin (Mynd: Sverri Eghol)

2018-09-08 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Í gjárkvøldið vunnu Føroyar 3-1 á Malta á Tórsvølli í fyrsta dystinum í UEFA Nations League.

Seinnapartin fór føroyska ferðalagið við leiguflogfarið hjá Atlantsflog úr Vágunum. Kósin varð sett móti høvuðstaðnum í Kosovo, har nýggj avbjóðing er fyri framman.

Sí eisini:
Video: Átta málarar til Kosovo at hyggja eftir landsliðnum
Video: - Gevur eyka adrenalin at spæla fyri Føroyar

Nú eru føroyingarnir komnir væl uppá pláss á fimm-stjørnaða Swiss Diamond gistingarhúsinum mitt í Pristina. Her gistur hópurin og øll, ið hoyra til har, og harumframt eru teir áleið 70 føroysku áskoðararnir við.

Á ferðini var gott lag, og umstøðurnar á hotellinum mugu sigast at vera framúr.

Í morgin byrjar føroyska liðið av álvara at fyrireika seg til dystin mánakvøldið.

Portalurin er við á ferðini, og næstu dagarnar verður nógv tilfar at síggja.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder