Tirana, Albania (Portalurin): Tíðliga seinnapartin setti føroyska ferðalagið kós móti albanska høvuðsstaðnum, har seinasti dysturin í hesari EM-undankappingini er á skránni mánakvøldið.
Nakað av seinkan var í Noreg, men føroyska ferðalagið kom í øllum góðum til Frankfurt fyrr í kvøld og nú til Tirana.
Næstu dagarnir skal hópurin fyrireika seg her og royna at fáa sum mest burturúr í ársins seinasta dysti.
Albania tryggjaði sær í kvøld pláss í EM-endaspælinum, so fótbóltslagið í landinum og í býnum er heilt gott. Lagt er upp til eitt slag av veitslu mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald