Kappróður

Føroyingur er franskur meistari í inniróðri

Vár Guriardóttir Hansen hevur aftur í kvøld gjørt bart í stórari kapping. Føroyski rógvarin vann kappingina á 500 metrum í opnum bólki við flottum endaspurti - Vár rør aftur leygardagin.

Hóast talan er um franska meistaraheitið, so kunnu útlendingar frítt kapapst. Eins og í Stóra Bretlandi er Vár G. Hansen stinnast í Fraklandi (Mynd: Róðrarsamband Føroya)

Hóast talan er um franska meistaraheitið, so kunnu útlendingar frítt kapapst. Eins og í Stóra Bretlandi er Vár G. Hansen stinnast í Fraklandi (Mynd: Róðrarsamband Føroya)

2026-01-30 22:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon byrjaði vikuna við sjúku og nógvum feburi, men hetta var ongin forðing hjá Vár Guriardóttir Hansen, tá hon í kvøld kappaðist á 500 metrum í kapping í inniróðri uttanlands.

Hetta var heldur serstøk kapping, tí talan var um franska meistaraheitið.

Sum vit hava fingið upplýst, so er talan um eina "opna kapping", har útlendingar kunnu tilmelda seg. 

Vár var til dømis eisini til British Rowing Indoor Championship í desember 2025. 

Eins og har gjørdi sterka og drúgva havnarkvinnan, við fleiri heimsmetum og gullum, bart.

[object Object]
Byrjanin var heldur trilvandi, og tá 150 metrar vóru eftir, lá Vár á einum 3. plássi. Men so setti hon endaspurtin í gongd – og tá hon kom um mállinjuna, stóð hon sum vinnari. Og franskur meistari (Savnsmynd)

Róðrarsamband Føroya staðfestir á Facebook-síðu sínari, at Vár G. Hansen er nýggjur franskur meistari á 500 metrum í opna bólkinum. Og hetta var serliga einum góðum endaspurti at takka.

- Byrjanin var heldur trilvandi, og tá 150 metrar vóru eftir, lá Vár á einum 3. plássi. Men so setti hon endaspurtin í gongd – og tá hon kom um mállinjuna, stóð hon sum vinnari.

Tíðin var var 1:28.4. Aftur í morgin, leygardagin, skal føroyski rógvarin kappast í Fraklandi. Hesaferð á longri teini.

- Vit eru ógvuliga stolt av Vár og ynskja henni hjartaliga tillukku við flotta úrslitunum. Í morgin roynir hon seg á 2000 metrum, skivar RSF í kvøld.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder