
Tað gongur væl hjá deyva føroyinginum Ian Andersen, sum er millum heimsins skjótastu tá tað kemur til at koyra gokart.
Tað gongur so væl, at hann í næstum skal til Fraklands at royna at kvalifisera seg til at koma við til heimsmeistarakappingina í gokart-koyring, sum verður Las Vegas komandi vetur.
Henda mánaðin hevur Ian vunnið tvær kappingar í Evropa.
Vikuskiftið 7.-8. juni var hann í Italia, har hann vann master bólkin í SuperCup á South Garda Karting rasarabereytini beint sunnan fyri Gardavatnið.
Teir koyrdu sjey riðlar og tvey 3. pláss og trý 2. pláss var nóg mikið at vinna kappingina móti fleiri av heimsins allarbestu gokartkoyrarum í sínum flokki.
Vikuskiftið eftir var hann við í kappingini TB Kart R-Max. Hetta var fyrstu ferð, at Ian kappaðist í hesum kart-slagnum við 125cc Rotax motori, sum er rættiliga kvikur. Ian greiðir soleiðis frá kappingini.
- Hetta var fyrstu ferð eg royndi hatta. Eg vann 1. riðil í harðari kapping, og var eitt sekund framman fyri nummar tvey. Í 2. riðli byrjaði eg sum nummar 5, men longu í fyrsta umfari legði eg meg á odda, og har var eg liggjandi heilt fram á mál. Ein sera væleydnað kapping hjá mær.
- Hetta hevði við sær, at eg skuldi byrja sum nummar tvey í finaluni, og longu í fyrsta svinginum hevði eg lagt meg á odda og økti um leiðsluna sum frá leið. Eg vann finaluna, tvey sekund framman fyri nummar tvey.
Hóast Ian Andersen er uppvaksin og býr í Danmark, so luttekur hann í hesum kappingum sum føroyingur undir Merkinum, og dylur ikki fyri, at tað er hann errin av.
- Eg eri sera errin av mínum góðu úrslitum í Italia. Eg umboði Føroyar, og tað síggja øll, sum fylgja við hesum kappingum á Youtube. Eg eri errin av, at føroyingar kunnu vinna á sterkum londum sum Italia, Sveits, Poland, Brasil og Danmark, skrivar Ian Andersen.
Longu 2. til 5. juli skal Ian Andersen í kapping aftur, hesaferð til Sodi World Series Finals á Campillos Karting rasarabreytini í Spania
Og 11. til 13. juli verður TB Kart R-Max finala í Paris í Fraklandi. Vinnarin av hesari kappingini tryggjar sær pláss til HM í Las Vegas í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald