Annað

Føroyskir boksarar aftur við trimum silvurmerkjum

Stórt vónbrot um, at føroyskur sigur ikki varð dømdur í teirri einu finaluni.

David Kunoy, til høgru

David Kunoy, til høgru

2022-05-09 18:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra føroyskir nevaleikarar frá felagnum Tórshavn Boksing vóru um vikuskiftið í Aabenraa fyri at boksa í DM kapping fyri byrjarar. Hóast stórar vónir undan kappingini, gjørdist tað ikki tin nakað føroyskt DM-heiti.

Tveir av boksarunum vóru beinleiðis í finaluni og høvdu tryggjað sær heiðursmerki frammanundan. Ein føroyskur boksari afturat, kom í finaluna, men tapti ein javnan dyst – eitt úrslit, sum føroyingarnir als ikki vóru samdir í.

Mest royndi føroyski boksarin, Jonathan Malaikev boksaði leygardagin sín sjeynda dyst, og møtti einum mótstøðumanni frá AK Jyden. Talan var um ein javnan dyst, men Jonathan náddi ongantíð sítt vanliga støði, og tapti javna dystin við dómaraatkvøðunum 2-3, og kom harvið ikki víðari.

Betri gekst hjá David Kunoy, sum boksaði sín fjórða dyst móti einum yvir tveir metra høgum mótstøðumanni.

Talan var um ein harðan dyst dyst, sum kundi verið farin báðar vegir, sigur venjarin, Martin Meng. David vann tó við dómaraatkvøðunum 4-1 og kom í finaluna.

Taptu sínar finalur

Teitur Annand boksaði á triðja sinni móti sama mótstøðumanni frá Herlev Boxing.

- Hóast vit hava vant hart upp til dystin, so var tað ikki nóg mikið hesaferð. Mótstøðumaðurin var nógv betri á degnum á degnum. Teitur kláraði seg væl, boksaði betur enn hann hevur gjørt, men tað var ikki nóg mikið, sigur Martin Meng.

Magni Vang, sum royndi seg í sínum fyrsta dysti, gjørdi tað eisini gott, hóast tað ikki gjørdist til nakran sigur.

- Tað varð talt yvir Magna í fyrsta umfari, nakað vit ikki hildu vera neyðugt, og tað var kanska orsøkin til, at sigurin ikki fall okkara veg.

Føroysk ónøgd

Sunnudagin boksaði David Kunoy sín fimta dyst móti einum nakað meira royndum boksara úr BK Vitus Horsens.

- Mótstøðumaðurin var høgrafóts-boksari, og tað eru vit ikki so von við, og David tapti fyrsta umfar greitt, tí hann mátti brúka umfarið til at innstilla seg til øðrvísi mótstøðuna.

- Í okkara eygum kom David gott aftur í øðrum og triðja umfari, vann bæði umførini, so vit vóru øll sannførd um – og tað vóru tey flestu í salinum eisini – at hann átti at havt vunnið dystin, sigur Martin Meng.

Stóra uppgávan hjá boksifelagnum í Havn er nú at finna stuðlar, so at góða gongdin við menningini hjá boksarunum kann halda fram, og tí iðra fólkini handan Tórshavn Boksing seg eisini um, at tey vóru so nær við at vinna byrjara-DM, men tó ikki.

Fyri at mennast er tað neyðugt, at føroysku boksararnir sleppa av landinum at royna seg móti øðrum enn bara teimum, sum teir venja saman við til dagligt. Til hetta eru pengar neyðugir, og tí var tað eisini eitt vónbrot, tá Tórshavnar kommuna ikki vildu hjálpa til við at rinda triðing av húsaleiguni til venjingarhølið uppi á Hjalla.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder