
Eins og HB, NSÍ og KÍ, hava føroysku dómararnir havt evropeiskar uppgávur hetta summarið, og í kvøld dómarakvartett úr Føroyum leiða spennandi evropeiskan dyst í Noregi.
Norsku meistararnir taka á Aspmyra Stadium ímóti FC Prishtina, sum í juni vann undan-undanumfarið í Champions League, har HB eisini luttók. Bæði Prishtina og Bodø/Glimt hava luttikið í Champions League, men eru sligin út og spæla harvið nú í Conference League. Talan er um seinna dystin í 3. umfari í kappingini. Fyrri dysturin var í høvuðsstaðnum í Kosovo, og endaði 2-1.
Harvið skal Bodø/Glimt royna at venda uppgerðini, og tað vera føroyskir dómarar til dystin. FIFA-dómarin, Kári á Høvdanum, verður dómari, Dan Højgaard og Jan Hermansen hjálpardómarar (linjuverjar) og Alex Troleis 4. dómari. Dysturin byrjar klokkan 17.
Heimasíðan bold.fo skrivar, at Lassin Isaksen, dómarasamskipari hjá FSF, verður dómaraeygleiðari í Slovenia, har Olimpija Ljubljana og Santa Clara spæla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald