Silver League, menn:
 Ísland – Føroyar 3-1 (25-21, 24-26, 25-22, 27-25)
 
 Í Digranesi í Íslandi góvu Føroyar Íslandi skarpan gang í silvurliguni, men eftir at Føroyar í triðja setti vóru komnar afturíaftur og høvdu javnað til 17-17, eftir at hava verið aftanfyri 3-12, og síðani spældu seg til settbólt, vann Ísland kortini settið 27-25 og dystin 3-1.
Í fyrsta setti var javnt til 16-16, tá íslendingar vunnu trý stig á rað og síðani vunnu settið 25-21.
 
 Í øðrum setti fór Ísland framum 9-6 við fimm stigum á rað, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 6-4. Ísland sá út til at megna at halda munin, sum gjørdist 19-14, men Føroyar bardu seg innaftur í settið og javnaðu til 20-20. Støðan gjørdist eisini 24-24, og tá vunnu Føroyar neyðugu tvey stigini og settið 26-24.
 
 Tó gekk av skriðuni í fyrstani í triðja setti, og Ísland fór framum 9-2, men spakuliga ótu Føroyar av íslendsku leiðsluni, soleiðis at munurin minkaði niður í bert eittans stig við støðuna 20-19. Føroyar vunnu aftur ein bólt, so støðan gjørdist 22-23, men Íslandi stóð trýst-royndina og vann settið 25-22.
 
 Gekk illa í fyrstani í triðja setti, so var hvaðna verri í fjórða, har Ísland legði seg á odda 12-3, men knotur eru í teimum føroysku, sum við seks stigum á rað minkaðu um munin niður í 12-13 og javnaðu til 17-17. Føroyar fingu eisini settbólt við støðuna 24-23, men Ísland hóraði  undan og fekk sjálvt settbólt við 25-24. Føroyar yvirlivdu í fyrstu syftu, men so vann Ísland næstu tveir bóltarnar og settið 27-25 og dystin 3-1.
 
 Í dag kl. 17 spæla Føroyar annan dystin í kappingini ímóti Ísrael. Eisini tann dysturin verður spældur í Íslandi.
 
 Føroyska landsliðið:
 Thorvald Danielsen, Mjølnir
 Vuk Ilic, ÍF
 Filip Ilic, ÍF
 Bjarni Joensen, Ikast KFUM
 Jóhan Arni Elison Wang, Mjølnir
 Hjørtur Joensen, SÍ
 Ingálvur Eyðunsson Olsen, Fleyr
 Hákun Nón, ÍF
 Tóki í Haraldssovu , SÍ
 Elias Ellingsgaard Petersen, SÍ
 Tórður Højsted Gunnarsson, Fleyr
 Ólavur Johannesen, Mjølnir
 Símun Hoydal Poulsen, Mjølnir
 Silas Poulsen, SÍ
 Áslakur Petersson Holm, Hvidovre VK
 Hákun Heinason, Amager VK
 
 Venjari: Boban Ilic
 Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev
 
 --------
Kvinnurnar spæla í í dag ímóti Georgia kl. 17. Tann dysturin verður spældur í Montenegro. Georgia var eisini mótstøðulið í Silvurliguni í fjør, og tá vunnu Føroyar heimadystin 3-1. Útidysturin varð taptur 3-0.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald