Føroyar settu í gjár hol á sína fjórðu Nations League-kapping við 1-1 javnleiki á móti Norðurmakedónia. Eitt góðkent avrik og úrslit tá favoritturin í bólkinum vitjaði Tórsvøll.
Les meira um dystin her: Eitt brotsspark og eitt mál í part
Sí myndir frá dystinum HER
Bæði málini komu uppá brotsspørk. Eftir hetta høvdu bæði liðini stórar møguleikar at avgera uppgerðina. Tveir teir størstu møguleikar áttu útiliðið, men gjøgnum dystin skaptu Føroyar nógvar støður - væl fleiri enn í flestu dystunum seinastu smáu tvey árini.
Sølvi Vatnhamar irðar seg nógv um stóran møguleika, sum hann misnýtti (Mynd: Sverri Egholm)
Eitt ávíst nøgdsemi í føroysku leguni og spælararnir fingu hvílt og líka heilsa uppá familju eftir dystin. Skjótt skal sjóneykan tó setast á uppgávuna í Riga týskvøldið, og málið er greitt: Farið verður efrir stigum.
Sí samrøður av Tórsvølli í gjár:
- Meinhard Egilsson: - Deiligt at spæla á Tórsvølli aftur (Video)
Gunnar Vatnhamar biður um umbering (Video)
Hanus Sørensen: - Rótut til tíðir - nú fara vit til Lettlands eftir sigrinum (Video)
Málskjúttin: Kenslan er ok
Håkan Ericson: - Tað snýr seg um javnvág í heildarmyndini
Seinnapartin gongur leiðin til Lettlands, umvegis Keypmannahavn. Eftir ætlan verður fyrst flogið úr Vágum klokkan 14.30, og eftir ætlan kemur føroyska ferðalagið uppá pláss í lettiska høvuðsstaðnum í kvøld.
Í ferðalagnum eru spælarar, venjarar, læknaligr toyni, hjálparar, FSF-umboð, miðlar og ymskir nevndarlimir úr føroysku feløgunum. Talan er um sonevnda “formannstúrin”.
Portalurin er við á ferðini, og hava vit ymiskt tilfar úr føroysku leguni og um dystin móti Lettlandi - serliga í morgin og týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald