Fótbóltur

Forren krevur endurgjald frá norska statinum

Heldur, at yrkisleið hansara sum fótbóltsspælari fekk eitt bakkast av eini skuldseting, sum seinni varð slept.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-12 16:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi norski KÍ-leikarin, Vegard Forren, hevur reist endurgjaldakrav fyri at hansara fótbóltsstarvsleið varð oyðiløgd eftir eina hending á Brann Stadion í Bergen í 2021.

Talan er um hendingina, sum í norskum fjølmiðlum verður kallað ‘nachspielskandalen’, 12 spælarar hjá felagnum Brann í Bergen, teirra millum Vegard Forren, eina augustnátt í  2021 leitaðu sær inn á Brann Stadion saman við nøkrum ungum kvinnum, sum teir høvdu møtt á eini barr í býnum. Inni á stadion hildu tey eina veitslu í stríð við tágaldandi korona-tilmæli, og í hesum sambandi endaði ballið við, at Vegard Forren varð skuldsettur fyri neyðtøku av einari av kvinnunum.

[object Object]

Farna kappingarár hevði Vegard Forren eitt sera væleydnað tíðarskeið í Klaksvík, har hann í fleiri førum spældi ein týðandi leiklut í KÍ, serliga í væleydnaðu dystunum úti í Evropa.

Eftir kappingarlok í fjør, flutti Forren aftur til Noregs, har hann nú spælir við felagnum Treff í Molde, sum spælir í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

Í dag veit Bergens Tidende at siga, at fyrrverandi Brann-spælarin hevur søkt Sivilrettsforvaltningen um endurgjald við einum kravi á 4,4 milliónir norskar krónur. Sivilfettsforvaltningen er tann myndugleikin, sum tekur sær av endurgjaldskrøvum móti statinum.

Vegard Forren metir, at leið hansara sum fótbóltsspælari varð oyðiløgd eftir hesa hendingina, serliga av, at hann varð skuldsettur fyri neyðtøku.

Men skuldsetingin endaði ongantíð við eini ákæru og eftirfylgjandi rættarmáli. Málið varð slept. Hetta ynskir hann nú endurgjald fyri, skrivar Bergens Tidende.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder