
Seinastu tíðina hava vit hoyrt um fleiri íðkarar innan frælsan ítrótt, sum betra um síni egnu føroysku met og seta nýggj; ídnir rennarar sum eru ógvuliga væl fyri. Í næstum fara Julian Gregersen, Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og tólv aðrir føroyingar eftir stóru úrslitunum fyri Føroyar innan frælsan ítrótt á Oyggjaleikunum 2025.
Sí eisini: Julian rann seg til DM-bronsu og betraði føroyska metið
Sí eisini: Maria Biskopstø setur met og miðjar eftir gulli á Oyggjaleikunum
Sí eisini: Oddvør Josephsen í stórformi undan Oyggjaleikunum
Fyri tveimum árum síðani gjørdu Jónas Gunnleivsson Isaksen og nógv onnur um seg. Yvir tíggju heiðursmerki komu í hús, og Frælsur Ítróttur Føroya staðfestir, at farið verður aftur eftir heiðursmerkjum hesaferð.
Samanlagt 15 íðkarar innan frælsan ítrótt kappast fyri Føroyar á Orknoyggjum frá sunnudegnum:
Frælsur ítróttur á OYL 2025
Elisabet Holm Simonsen, íðkari
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, íðkari
Maria Biskopstø, íðkari
Oddvør Josephsen, íðkari
Rutt Hjelm Gregersen, íðkari
Sunniva Bogadóttir, íðkari
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, íðkari
Dánjal Dahl Ljósheim, íðkari
Jónas Gunnleivsson Isaksen, íðkari
Julian Gregersen, íðkari
Neli Heldarskarð, íðkari
Rógvi Kárason, íðkari
Tórur Mortensen, íðkari
Tummas Petur Sjóvará, íðkari
Andreas Bjarnastein Antoft, íðkari
Heri Ziska, venjari
Jorie Eskilda Josephsen, liðleiðari
Karin Kirke Petersen, liðleiðari
Lovisa Niclasen, liðleiðari
Spennandi verður, um tað koma nógvar stórar løtur við breytina innan næstu vikuna.
Niðanfyri eru upptaktin hjá Frælsur Ítróttur Føroya, har tað er meira um íðkararnar og ymisku greinarnar.
-------------------------------
Nú oyggjaleikirnir eru á Orknoyggjum, so eru broytingar í skránni. Størsta broytingin er, at hamarkast og diskuskast ikki er partur av leikunum hesaferð. Orsøkin er, at einki kastibúur er á staðnum, og tí er ikki møguligt at skipa hesar kappingar. Onnur broyting er, at tað eru seks geilar, samanborið við átta á undanfarnu leikunum. Tað merkir at sannlíkindini fyri undanumførum veksur.
Sjey kvinnur og átta menn fara at kappast fyri Føroyar í frælsari ítrótt á oyggjaleikunum. Millum føroysku luttakararnar eru trý, sum royna seg á fyrsta sinni, meðan hini tólv hava roynt seg áður. Debutantarnir royna seg allir á longu teinunum. Hjá kvinnunum luttekur Rutt Hjelm Gregersen á fyrsta sinni. Hon skal kappast á ávíkavist 5.000 og 10.000 m. Hjá monnunum eru tað Rógvi Kárason (hálvmarathon) og Neli Heldarskarð (10.000 m og hálvmarathon),
Innan frælsu ítróttina eru úrslitalistar ikki altíð dagførdir, umframt at onkur kanska ikki hevur roynt eina grein í 2025, og tí eru styrkismetingar ikki altíð eftirfarandi.
Við tÍ fyrivarni, so eru góður møguleiki fyri, at kvinnurnar aftur fáa einar góðar leikir við fleiri heiðursmerkjum, har Maria Biskopstø, sum hevur bøtt um føroyska metið í fleiri umførum á bæði 400 m og 400 m rimarenning, kann renna seg uppá pallin í báðum greinunum.
400 m luttekur Margit Weihe Fríðmundsdóttir eisini, og um hon megnar at nærkast sínum persónliga metið, so kann hon eisini renna seg í eina finalu.
Í teknisku greinunum hevur Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vunnið bronsu í hæddarlopi síðstu tveir leikirnar, og hon kann væl endurtaka hetta í ár, meðan Sunniva Bogadóttir, sum vann silvur á Guernsey í spjótkasti, stendur til at kunna verða við í dystunum um heiðursmerkini aftur hesaferð. Elisabet Holm Simonsen, sum bara manglaði 2 cm á Guernsey hevur lopið væl og verður vantandi aftur við í dystinum um heiðursmerki.
Annars er vert at halda eygað við Oddvør Josephsen, sum eisini hevur flutt metini á ávikavist 100 m og 200 m langt niður í ár. Hon er nú við at nærkast tíðum, sum saktans kunna røkka til heiðursmerki.
Harumframt koma so boðrenningarnar, har genturnar vunnu bronsu á 4x400 m og lógu væl fyri, tá tær mistu boðini og tí ikki komu á mál á 4x100 m. Við teimum tíðum, tær hava runnið hvør í sær, so er møguleiki fyri líka góðum ella betri úrslitið á Orknoyggjum.
Menninir, sum høvdu sínar bestu leikir nakrantíð á Guernsey við heili fýra gullmerkjum, eru kanska ikki heilt líka sterkir sum síðst, men tó er vón um góð úrslit. Á listanum yvir bestu úrslit í ár eiga Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim tær báðar bestu tíðirnar á 400 m, so um væl vil við, kunna vit síggja tveir føroyingar á ovastu plássunum á pallinum.
Jónas er ikki styrkismettur fremst á 200 m, men havandi í huga, hvat hann rann innandura í vetur, so er hann avgjørt í spæli til at endurvinna gullið.
Triði favoritturin er Tórur Mortensen, sum er styrkismettur fremst í longdarlopi.
Eisini stendur Andreas Bjarnastein Antoft til at kunna kappast um heiðursmerki í 110 m rimarenning.
Álongru teinunum eru nógvir, sum ikki hava runnið teinin í ár, og tí er ilt at meta um. Men um sammett verður við undanfarnar oyggjaleikir, so er mikið møguligt, at Julian Gregersen fer at gera seg galdandi á 5.000 m, og eisini kann væntast, at liðið í hálvmarathon fer at dystast um heiðursmerki.
Á 4x400 m ognaðu føroyingar sær eitt silvurmerkið síðst, og har eru Dánjal, Jónas og Tummas Sjóvará aftur við, so við einum væluppløgdum Andreasi ella Tóra afturat, er væl møguligt, at teir aftur enda á pallinum.
Kappingarnar:
Myndir: Frælsur Ítróttur Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald