Kappróður

Framúr úrslit hjá føroysku rógvarunum

Føroysku luttakararnir vunnu 17 heiðursmerki í danmarksmeistaraheitinum í inniróðri.

Á myndini síggjast frá vinstru: Petur Hansen, RSF umboð – Sólrun, Armgarð, John, André, Milan, Jónas G., Ranja, Rakul, Vár F, Jónas R., Vár D. og Sarita, landsliðsvenjari

Á myndini síggjast frá vinstru: Petur Hansen, RSF umboð – Sólrun, Armgarð, John, André, Milan, Jónas G., Ranja, Rakul, Vár F, Jónas R., Vár D. og Sarita, landsliðsvenjari

2023-01-21 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir 11 yngru rógvararnir á landsliðnum í inniróðri vunnu í alt 13 heiðursmerkir, og eldru rógvararnir á landsliðnum vunnu íalt 6 heiðursmerkir.

Føroysku luttakararnir luttóku við 30 kappingarsetrum og vunnu sostatt 17 heiðursmerkir í alt.

Tíðir og plaseringar

30+ Masters Lættvekt
Nr. 1 Sarita – 2000m
Nr. 1 Sarita – 500m

U14 gentur – 3 min
Nr. 1 Sólrun Lützen 777m
Nr. 2 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum 762 m
Nr. 5 Vár Fróðadóttir 738 m

U14 dreingir – 3 min
Nr. 2 Jónas Reinert 811 m

U15 gentur – 4 min
Nr. 1 Armgarð Sigurdsdóttir 1039 m

U15 dreingir – 4 min
Nr. 2 Jónas G. Hansson 1169 m
Nr. 3 Milan Guðjónsson 1143 m

U16 gentur – 2000 m
Nr. 5 Rakul Hansen 7.46,0

U16 dreingir – 2000 m
Nr. 4 André Johannesen 6.54,9
Nr. 6 John Magnusarson 6.59,4

U17 gentur – 2000 m
Nr. 2 Ranja Tórfinnsdóttir 7.51,6

Sprint 200 metrar:

U15 gentur
Nr. 1 Armgarð 0.40,3
Nr. 5 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum 0.41,
Nr. 7 Sólrun Lützen 0.41,7
Nr. 13 Vár Fróðadóttir 0.43,9

U15 dreingir
Nr. 2 Milan Guðjónsson 0.34,6
Nr. 2 Jónas G. Hansson 0.34,6
Nr. 7 Jónas Reinert 0.39,0

U17 gentur
Nr. 5 Rakul Hansen 0.40,6

U17 dreingir
Nr. 2 André Johannesen 0.32,9
Nr. 3 John Magnusarson 0.34,1

U19 gentur
Nr. 3 Ranja Torfinnsdóttir 0.38,4

Zoe Dickson, Vár Guriardóttir og Sára Maria Johansen, sum eru á føroyska landsliðnum fyri vaksin, er dagliga knýttar at donskum felagi.

Tær róðu seg eisini til heiðursmerkir.

U23 lættvekt – 2000m
nr. 2 Zoe Dickson

U23 – 200 m sprint
nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen

Stafett 500 m:
nr. 1 Zoe Dickson/DSR

Stafett 1000 m:
nr. 1 Sára Maria Johansen/KVIK

Næsta vikuskiftið (27. og 28. januar) skulu vaksnu rógvararnir á landsliðnum kappast í París, um Europameistaraheitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder