Hondbóltur

Fronsk bronsa eftir longda leiktíð

Frakland vann á niðurlendsku vertunum 33-31.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-14 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ikki tann veitslan sum heimaáskoðararnir í Ahoy Arena í Rotterdam høvdu ynskt sær. Hóast teir fingu nógvan dramatikk fyri pengarnar, bleiv tað til franskt heiðursmerki tá Frakland og Niðurlond brustu saman í HM-bronsudystinum.

LIðini vóru jøvn allan vegin. Niðurlond fingu eina betri byrjan áðrenn franska maskinan kom í gongd. Tá 60 minuttir vóru leiktir, stóð á jøvnum 26-26 og tískil skuldi longd leiktíð til fyri at finna ein vinnara.

Í longdu leiktíðini vóru fronsku kvinnurnar kaldari og vunnu 33-31.

HM-finalan millum Týskland og Noreg byrjar klokkan 16:30 og sæst á TV2.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder