Fótbóltur

FSF Varpið: - Ætla ikki at renna aftaná í 90 minuttir

Landsliðsvenjarin staðfestir tó, at talan eru um eitt sterkt landslið, ið hevur verið í menning, og sum kemur at spæla ágangandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-29 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1995 vunnu Føroyar sín fyrsta undankappingardyst. Hann var í Wales, og síðani hava føroysku kvinnurnar tapt tepurt fyri Wales tvær ferðir.

Les eisini: Spæla søguliga javnar dystir móti Wales

Wales hevur ongantíð luttiktið til eitt endaspæl, men til lutakastið til EM-undankappingina var liðið í styrkisbólki nummar tvey. Fýra leikarar spæla til dagliga í Cardiff - restin spælir í Onglandi; í millum annað Tottenham, Liverpool og Manchester United.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Landsliðsvenjarin sigur við FSF Varpið, at Wales má metast at vera eitt sera sterkt landslið. Sambært John Petersen nýtir Wales siðbundnan bretskan leikhátt: Langir bóltar og ágangandi og fysiskt spæl. Hann slær tó fast, at føroyska liðið skal royna at halda fast í bóltinum til tíðir og spæla sítt spæl.

Fyrsti EM-undankappingardysturin hjá kvinnulandsliðnum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 17.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder