
Pristina, Kosovo (Portalurin) - Talan er um útidyst á Balkan. Kosovo er mótstøðuliðið, og føroyski hópurin kom, saman við áleið 70 føroyskum fjepparum, til høvuðstaðin Pristina í gjárkvøldið.
Les eisini: Føroyingarnir komnir til Kosovo
Føroyska ferðalagið gistir á snotiliga Swiss Diamond, ið er mitt í býnum og hevur fimm stjørnur.
Nú eru fyrireikingarnar av álvara byrjar til dystin í annakvøld. Í kvøld klokkan 17.00 (16.00 føroyska tíð) venur føroyska liðið á Fadil Vokkri leikvøllinum, har dysturin eisini verður í annaðkvøld.
Leikvøllurin tekur umleið 13.500 áskoðarar, og í fjør leikti Víkingur har í Champions League. Føroyska meistaraliðið vann tá 4-1 og spældi seg víðari.
Allir leikararnir í føroyska hópinum eru til reiðar og tykast at vera væl fyri.
Sí eisini:
Video: - Ótrúlig kensla at vera við fyri fyrstu ferð
Video: Átta málarar til Kosovo at hyggja eftir landsliðnum
Video: - Gevur eyka adrenalin at spæla fyri Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald