Fótbóltur

Fyrrverandi borgarstjóri er nýggjur formaður í B68

Jóhannus Danielsen hevur tikið við, og Jann Ingi Petersen er nú næstformaður. Hetta er greitt eftir eykaaðalfundin hjá B68 í gjár. Niclas Davidsen er aftur nevndarlimur á Svangaskarði.

Nýggja nevndin á Toftum (Mynd: B68)

Nýggja nevndin á Toftum (Mynd: B68)

2024-09-12 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið hevði B68 eykaaðalfund á Svangaskarði. Hann hevur verið útsettur nakrar ferðir.

Fyri stuttum fór Høgni Petersen frá sum formaður. Hann tók við fyri Ian Jacobsen á eykaaðalfundi í august í fjør. Nakað av rumbli hevur verið um serliga fíggjarlig viðurskifti seinastu árini í B68, og skuldin hevur verið upp ímóti trimum milliónum krónum.

Tað var bert eittans mál á skrá á Toftum í gjár, og tað var skipan av nevnd. Tað eydnaðist eisini at mannað eina slíka:

Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau

Tiltakslimir:
Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen

Síðstnevndi var í nógv ár formaður í B68.

Nýggi formaðurin, Jóhannus Davidsen, hevur áður verið borgarstjóri í Nes kommunu. Fyrrverandi spælarin, Jann Ingi Petersen, er nýggjur næstformaður. 

Nýggja nevndin skal næstu tíðina millum annað seta nýggjan venjara til besta mansliðið. Jákup á Borg hevur takkað fyri seg á Toftum - hann gevst eftir hetta kappingarárið. 

[object Object]
Nýggja nevndin á Toftum (Mynd: Tofta Ítróttarfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder