Fótbóltur

Fyrstu fjórðingsfinalurnar eru stórdystir

Arsenal tekur ímóti Bayern München, og Real Madrid og Manchester City - vinnararnir seinastu tvey árini - bresta saman á Bernabeu.

Erling Braut Håland skal royna at skora móti Carlo Ancelotti og hansara liðið aftur (Mynd: EPA)

Erling Braut Håland skal royna at skora móti Carlo Ancelotti og hansara liðið aftur (Mynd: EPA)

2024-04-09 16:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta lið eru eftir í fremstu evropeisku kappingini, og í kvøld byrjar stríðið um tey fýra plássini í hálvfinalunum.

Talan er um stóruppgerðir. Oddaliðið í Premier League tekur ímóti Bayern München, sum gamaní hevur mist ræðið á Bundesliguni, men sum annars ikki er nakað ynskimótsstøðulið. Júst Arsenal hevur áður havt stórar trupulleikar av Bayern í Champions League knock-out dystum.

[object Object]
Harry Kane er aftur í London - nú skal hann royna at skjóta mál móti felagið, har hann spældi sum ungur men síðani hevur skorað ofta ímóti (Mynd: EPA)

Manchester City er í hørðum oddastríði í Onglandi og roynir samstundis at endruvinna Champions League. Tað er kappingin, ið Real Madrid hevur vunnið oftast. Høuðsstaðarfelagið er ávegis móti spanska meistaraheitinum, men nú er størsta avbjóðingin í kappingarárinum fyri framman.

Lagt er upp til ógvuliga spenanndi stríð í hesum uppgerðunum. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.

Champions League 1/4-finalur - fyrru dystirnir
Í kvøld, týskvøldið 09.04

Arsenal - Bayern München
Real Madrid - Manchester City

(Dystirnir síggjast á millum annað Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder