Føroyski kvinnulandsliðsvenjarin Claus Mogensen og lið hansara Ikast vunnu móti Janu Mittún og Viborg, tá liðini brustu saman í bronsudystinum í Final4 sum í gjár og í dag er í Jyske Bank Arena í Odense.
Støðan í steðginum var 15-14 til Ikast.
Ov nógvar tekniskar villur gjørdu tað trupult hjá Viborg og tær í grønum ikki vildu sleppa, so bendi alt meira á, at Ikast fór avstað við bronsuni.
Jana Mittún fekk í skjótálopi møguleika at minka um munin til 29-28 tá bara tveir minutttir vóru eftir, men brendi. Tá so Lærke Nolsøe á vonginum skoraði til 30-27 til Ikas var alt leyst og liðugt.
Tað endaði 31-29 til Ikast Håndbold.
Klokkan 19 spæla Odense og Esbjerg steypafinalu. Dysturin sæst á TV2 Sport.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald