
Lyra úr Ljósinum var við í World Cup II kappingini hjá kvinnum, har tær skuldu royna seg móti 16 liðum úr níggju londum.
Innleiðandi umfarið gekk sera væl, og Lyra setti føroyskt met í altjóða kapping við 24,05 stigum. Tað rakk til eitt fimta pláss í finaluni dagin eftir, og málið var tí at vita, um til bar at taka metið enn einaferð.
Framman fyri Lyra vóru tvey finsk og tvey estisk lið, sum eru tey allar ovastu í estetiskum fimleiki, og tí var stuttligt at síggja í finaluni, at Lyra megnaði 24,4 stig, bert 0,4 stig eftir tað eina estiska liðið hendan dagin.
At halda øll onnur lond aftan fyri seg, og bert hava toppin frammanfyri sær, eru tær væl nøgdar við.
Tær varðveittu fimta plássið sum tær eisini fingu til World Cup I í Estlandi fyrr í ár.
Rósan
Rósan úr Støkk royndi seg í stuttari seriu í B-kappingini CAGG IT, har tær kappaðust móti einum italskum og einum kanadiskum liði. Sera spennandi var eftir innleiðandi umfarið, tí Rósan lá 0,1 stig aftan fyri italska liðið, sum lá nummar eitt.
Í finaluni fekk Rósan 0,1 meira, og tær vóru eisini nøgdari við seinnu framførsluna, og endaðu við 32,8 stigum. Hetta var tíverri ikki nóg mikið á degnum, tí italska liðið fekk eisini meira fyri sína framførslu. Rósan fekk tí eitt væl uppiborið annaðplass og silvurheiðursmerki.
Stutt seria er nýtt í estetiskum fimleiki í Føroyum, og vit kunnu við stoltleika siga, at eisini her hava vit dugnaligar fimleikarar, sum standa seg væl.
Lyra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald