Hondbóltur

Gongur sum eftir ánni hjá Geza og Grimsby

Grimsby vann í gjár fimta dystin á rað, og tað var - eins og í teimum undanfarnu - við Geza David Turi frá byrjan. Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur fingið veruligt álit í Onglandi seinasta mánaðin.

Geza David Turi fegnast eftir enn ein sigur, og enn ein dyst har einki mál er farið ígjøgnum hjá Grimsby. Fyri fyrstu ferð í hansara ári í League Two hevur føroyingurin spælt so nógvar samanhangandi dystir (Mynd: Grimsby Town)

Geza David Turi fegnast eftir enn ein sigur, og enn ein dyst har einki mál er farið ígjøgnum hjá Grimsby. Fyri fyrstu ferð í hansara ári í League Two hevur føroyingurin spælt so nógvar samanhangandi dystir (Mynd: Grimsby Town)

2026-01-28 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri jól tapti Grimsby tveir dystir á rað, og lá tá nakað inni í niðaru hálvu av fjórðbestu ensku deilduni, ið telur 24 lið.

Í hesum báðum 0-2 dystunum var Geza David Turi als ikki á vøllinum. Men 2. jóladag, í einum klassiskum "Boxing Day-dysti", spældi Geza David Turi 70 minuttir í málleysa javnleikinum móti Oldham.

Síðani hevur 24-ára gamli føroyingurin fingið álit frá David Artell. Geza hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá Grimsby í seks dystir, og hann hevur verið sannførandi á verjukenda miðvøllinum.

[object Object]
Geza undir upphitingini í gjár. Fyri fyrstu ferð í tíðini í Onglandi hevur hann spælt so mikið nógvar dystir á rað frá byrjan (Mynd: Grimsby Town)

Føroyingurin hevur fingið góð skoðsmál, og tað hevur eisini gingið væl hjá Grimsby seinasta mánaðin - síðani fyrrverandi miðvallarin hjá Víkingi hevur vunnið sær fast sæti á liðnum: 

Grimsby vann í gjár fimta dystin á rað, og hevur vunnið teir samanlagt 6-0.

Tað vil siga, at sigurin á útivølli móti Colchester í gjár var tann fjórði 1-0 sigurin seinastu tíðina. Málverjin Jackson Smith kom til felagið sum leigusveinur í desember, og við honum, Geza sum 6'ara (verjukendum miðvallara) og einari sterkari eind, hevur eingin í League Two megnað at skora móti Grimsby seinasta mánaðan.

Týskvøldið legði Grimsby seg á odda stutt fyri steðgin. Eftir 65 minutti fekk liðið hjá Gaza reytt kort, men tað eynaðist sum nevnt at sigra í Colchester.

Gøtumaðurin spældi beint yvir 80 minuttir. Góða gongdin hjá honum og liðfeløgunum kann halda fram leygardagin, tá Milton Keynes, sum er á 2. plássi í deildini, vitjar. Grimsby Town er á 9. plássi - trý stig eru upp til Swindon og 7. plássi, sum gevur rættintil play-off dystir um uppflyting.

Sí eisini: Felag í næstbestu ensku deildini vil hava Andrias Edmundsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder