Tríggir dystur í Betrideildini vórðu spældir í gjár, og í dag eru tveir teir seinastu dystirnir í 8. umfari á skránni.
Betrideildin menn 8. umfar
Í gjár, leygardagin 4. mai
EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-1
61' Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg) 0-2
85' Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 1-3
KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' Cedric Yambere 1-0
89' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0
Reytt kort: Frederik Holst (07 Vestur - 20')
Les meira: Ovaru liðini vunnu
B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' Bartal Páll Klein, br. 1-0
82' Búi Egilsson (Petur Knudsen) 1-1
90(+4)' Dion Splidt (Petur Knudsen) 1-2
Les eisini: NSÍ vendi grannauppgerdini seinastu minutttirnar
Í dag, sunnudagin 5. mai
ÍF-Skála ÍF (15:00)
HB - B36 (17:00)
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 24 stig
2. KÍ 18 stig
3. HB 18 stig *
4. NSÍ 15 stig
5. B36 11 stig *
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig *
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig *
ÍF hevur víst framstig síðani venjaraskifti og fekk stig á útivølli móti B36 mánakvøldið. Nú skulu fleiri stig á kontuna. Hóast Skála hevur staðið seg væl í ár, so er tað slíkur dystur sum í dag, at Jákup Martin Joensen og hansara menn skulu hava nakað burturúr.
Hjá Skála eru trý stig upp til strikuna, og EB/Streymur og B68 hava einki stig fingið burturúr seinastu dystirnar. Skála vann á júst B68 mánadagin, og nú kann liðið hjá Paula Poulsen taka enn eitt stórt fet vekk frá strikuni. Uppflytararnir hava sjey stig og ætla at vinna seg úr niðurflytingarstríðnum.
![]()
B36 vann steypadyst á Skála fyri tíggju døgum síðani - Skála bjóðaði tó av í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevur ikki vunnið teir seinastu fýra Betrideildardystirnar og er væl frá oddastríðnum. Trý stig eru harvið krav í dag, um liðið hjá Dan Brimsvík skal fylgja nøkulunda við.
B36 hevur tó ikki vunnið á HB í landskappingini síðani 2019, og liðið hjá Adolfo Sormani hevur vunnið allar dystirnar - fyriuttan tann móti Víkingi - í ár. HB kappast í løtuni við KÍ og rennur eftir Víkingur. Við sigri í dag ber til hjá teimum í reyðum og svørtum at leggja størri sjógv millum seg og grannarnar í Gundadali, har trýstið økist.
Telavarpið vísir báðar dystirnar. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Vit hava eisini ein beinleiðis blogg úr Gundadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald