Fótbóltur

Gunnar er til reiðar til 1. umfar

Landskappingin í Íslandi fer í gongd í kvøld, tá Gunnar Vatnhamar og greipuvinnararnir taka ímóti Stjarnun. Tað er klokkan 20.15.

Tá vit tosaðu stutt  við Gunnar Vatnhamar í felagshúsinum hjá Víkingi í gjár, var hann greiður um, at hann í øllum førum er tøkur til kvøldsins uppgerð (Mynd: Agnar Prestá)

Tá vit tosaðu stutt við Gunnar Vatnhamar í felagshúsinum hjá Víkingi í gjár, var hann greiður um, at hann í øllum førum er tøkur til kvøldsins uppgerð (Mynd: Agnar Prestá)

2024-04-06 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar skifti fyri einum ári síðani til Víking Reykjavík og fann seg heilt skjótt til rættis í íslendska høvuðsstaðnum.

Leirvíkingurin var lyklaleikari í greipuárinum hjá felagnum, og í kvøld byrjar kappingarárið 2024 alment við allarfyrsta dystinum í kappingarárinum.

Hann er í kvøld klokkan 20.15 - á heimavølli móti Stjarnuni. Gunnar Nielsen hevur umboðað felagið áður, og nú er Mathias Rosenørn, fyrrverandi KÍ-málverji, í hópinum.

Víkingur er rímiliga stórur favorittur til dystin. Ivamál hevur tó verið um millum annað Gunnar Vatnhamar.

Sterki verjukendi spælarin hevði ein skaða at dragast við undan landsliðssteðginum. Gunnar spældi í landsdystunum móti Liktinstein og Danmark síðst í mars, men fekk eitt lítið afturfall. Tað er tó ikki verri enn so, at hann hevur vant í vikuni og helst byrjar inni í kvøld.

Portalurin er í Íslandi í samband við avgerandi EM-undankappingardystin hjá kvinnum í hondbólti í annaðkvøld. Liðið vandi saman í høllini hjá Víkingi í gjár, og tá fingu vit heilsa uppá Gunnar Vatnhamar, ið møtti til venjing. Hann var við gott mót til fyrsta dystin, har tað verður fult hús.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder