Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar á vikuliðnum fyri fyrsta umfar

Verjuspælarin hjá Víkingi Reykjavík byrjaði kappingarárið væl við millum at halda málið reint. 29-ára gamli leirvíkingurin skoraði eisini fyrsta málið í íslendsku kappingini, sum sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-10 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið fór besta íslendska deildin í gongd aftur, og tað var vorðið um byrjan hjá føroyinginum hjá greipuvinnarunum.

Víkingur Reykjavík tók ímóti Stjarnuni, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki vísti Gunnar Vatnhamar kaldleika, hegni og góðan skotteknikk, tá hann smekkaði bóltin upp í málhornið.

Málið sæst í videobrotinum omanfyri

Dagsins spælari í dystinum, sum Víkingur Reykjavík vann 2-0, og nú á vikuliðnum hjá fotbolti.net.

[object Object]
Mynd: fotbolti.net

Talan er um stóru íslendsku fótbóltsheimasíðuna. Sum sæst omanfyri er fyrrverandi Gylfi Sigurðsson, ið nú er vendur aftur til íslendskan fótbólt, eisini á liðnum. Hann skoraði fyri Val sunnudagin.

Sí eisini:
Gunnar skoraði og gjørdist dagsins leikari í fyrsta dystinum
Gunnar: - Fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt

[object Object]Gunnar smekkaði bóltin í málið hjá Stjarnuini (Mynd: fotbolti.net)

[object Object]
Mynd: Agnar Prestá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder