
Egnatia vann 1-0 í Reykjavík í síðstu viku, og tískil var arbeiðssetningurin hjá Víkingi Reykjavík heldur harður í Albania í gjár.
Hann greiddu íslendsku greipuvinnararnir tó væl. Íslendska deildin er styrkismett nakað omanfyri tí albansku, og Víkingur var omaná í gjár - serliga í 1. hálvleiki.
Í 28. minutti gjørdi heimaliðið sjálvmál, og beint eftir hálvleik sló Aron Elís Þrándarson til.
0-2 gjørdist eisini endaliga úrslitið á degnum, og harvið er Víkingur víðari í Conference League.
Mynd: fotbolti.net
Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin á tamb í verjuni, ið helt málið reint. Harvið aftur ein góð uppliving hjá 29-ára gamla landsliðsspælaranum í Albania - í november 2023 fingu Føroyar javnleik í Tirana í EM-undankappingini.
Í 3. umfari í Conference League skulu leirvíkingurin og liðfelagarnir spæla móti estisku meistarunum Flora Tallinn.
Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík hósdagin 8. august - seinni dysturin eina viku seinni í estiska høvuðsstaðnum. Lagt er upp til tætta uppgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald