Hondbóltur

Hákun: For hundan - tað eru áskoðararnir sjálvandi

Teir gera bara ein stóran mun. Mær dámar øgiliga væl, tá tey stuðla okkum, men eisini tá teir floyta eftir mótstøðuliðnum: Tað trýstir Montenegro í kvøld, og teir tíma ikki at spæla ímóti 7 móti 6.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-18 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Einki mál fríggjakvøldið men í dag slapp Hákun West av Teigum veruliga framat.

Füchse Berlin spælarin brendi gamaní nøkur skot, men hann skoraaði eisini níggju mál og var millum bestu málskjúttarnar í dystinum.

- Tað kendist deiligt, men sum so er tað líkamikið, hvørt tað er, sum skorar: Bara vit vinna, so eri eg nøgdur.

Og nøgdur kundi Hákun West av Teigum av álvara vera í kvøld. Eftir flotta og søguliga sigurin takkaði høgri vongurin føroysku áskoðarunum: Bæði fyri at floyta (buh'a), tá Montenegro hevði bóltin, og fyri at fagna føroyska liðnum so nógv og væl.

- Tað hjálpir okkum ógvuliga nógv - millum annað at fáa nøkur mál á rað - samstundis sum tað trýstir hinar.

Eins og Óli Mittún legði Hákun West av Teigum dent á, at Montenegro á ymsan hátt hóskaði væl til føroyska spælið. Men teir í føroysku leguni vóru eisini hugsavnaðir, sjálvt tá munurin var ógvuliga stórur.

Hoyr samrøðu ovast

---------------------------------------------------------------

EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9
Hákun West av Teigum 9 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 (37 prosent) - dagsins spælari

Nógv meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder