Í fjør royndi Elias Ellefsen á Skipagøtu seg í Champions League. THW Kiel rakk bronsuni, men orsakað av slaka avrikinum í Bundesliguni, spælir liðið við føroyska spælskiparanum ikki í kappingini í ár.
Tað ger týska høvuðsstaðarfelagnum við føroyska høgra vonginum tó. Füchse Berlin endaðu numaar tvey í Bundesliguni síðsta kappingarár, og nú skulu "revarnir" royna seg millum tey fremstu í Evropa.
Füchse Berlin tekur ímóti ungarska Veszprem í kvøld klokkan 19.45 í fyrsta umfari í bólkaspælinum. Teir fyrstu dystirnir í bólkspælinum i gjár.
Tveir bólkar við átta liðum í hvørjum eru. Tvey lið koma beinleiðis víðari úr hvørjum bólki, og so skulu liðini frá 3. - 6. spæla um fjórðingsfinalupláss.
Lagt er upp til tættan dyst millum Füchse og Veszprem í kvøld. Spennandi verður um Hákun West av Teigum fer at spæla stóran leiklut í kvøld. 22-ára gamli hoyvíkingurin skeyt eitt mál í stórsigrinum á Erlangen í 1. umfari í Bundesliguni, sum var um vikuskifti.
Dysturin kann millum annað keypast fyri eitt gjald á everyplay.live. Tað er tó ikki altíð, at hetta fæst so væl at rigga í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald