
Magdeburg gjørdi sítt, og í steðginum í øllum dystunum í 34. umfari sá tað út til, at teir fóru at endurvinna týska meistaraheitið.
Men í Mannheim treiskaðist Füchse Berlin. Rhein-Neckar Löwen var betri allan 1. hálvleik. David Späth stóð væl fyrstu løtuna í málinum, og í álopinum gekk Juri Knorr á odda. Í sínum seinasta dysti áðrenn skifti til Aalborg var týski profilurin framúrskarandi, og Füchse-verjan var veik í fyrra hálvleiki.
Støðan var 20-17 í steðginum, men eftir 42 minuttir var 26-27. Füchse Berlin fekk sítt spæl at glíða og økti so líðandi.
Hákun West av Teigum fekk ongan bólt fyri steðgin. Tíðliga í seinna hálvleiki fór hann úr ógvuliga spískum, men Späth bjargaði. Tað gjørdi hann eisini nakrar minuttir seinni, tá føryski høgri vongurin hevði betri fyritreytir.
Hákun West av Teigum hevur havt eitt flott kappingarár í Týsklandi (Savnsmynd: EPA)
Harvið tveir brendir møguleikar hjá føroyinginum, sum síðani varð skiftur út. Ikki ein góður seinasti landskappingardystur hjá 23-ára gamal, men Hákun hevur havt eitt ógvuliga gott kappingarár, og er nú fyrsti føroyski Bundesliga-meistari.
Tað endaði 38-33 til Füchse, sum nú er týskur meistari fyri fyrstu ferð. Stórt avrik og hetta hevur ein føroyskur landsliðsprofilur verið partur av.
Næsta vikuskifti skal Füchse Berlin royna at vinna Champions League eisini.
Portalurin ynskir Hákuni West av Teigum hjartaliga tillukku við týska meistaraheitinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald