
Elias Ellefsen á Skipagøtu var í apríl við til at vinna týsku steypakappingina við Kiel. Fyri kortum vann Jóhan á Plógv Hansen European League fyri aðru ferð á rað við Flensburg-Handewitt; nú er tað ein dyst og ein sigur frá, at vit fáa ein føroyskan Bundesliga-vinnara.
- Tað verður útseld høll, so har verður trýst á. Men vit royna ikki at gera ov nógv burturúr, tí allir dystirnir eru sum so líka nógv verdir gjøgnum eitt kappingarár. - Tað er annars øgiliga stuttligt at spæla serliga seinastu 5-6 dystirnar, tá so stórir spenningar eru.
Soleiðis segði Hákun West av Teigum millum annað, tá Portalurin var í samband við føroyska vongin í gjár.
Sí eisini: Hákun: - Man merkir væl, hvussu nógv hetta hevur at siga
Hetta var, tá hann saman við liðfeløgunum var á veg til Mannheim í Suðurtýsklandi. Har fer Rhein Neckar Löwen at royna at spilla spælið.
Vinnur Füchse Berlin ikki í dag, so kann meistaraheitið enda aftur í Magdeburg. Ein sigur tryggjar høvuðsstaðarfelagnum sítt fyrsta Bundesliga-heitið í søguni - Füchse hevur vunnið tíggju dystir á rað.
Tað hevði verið ógvuliga stórt og eisini fyri føroyingin á liðnum. Bundesligan er sterkasta hondbóltsdeild í heiminum.
Hákun West av Teigum hevur nú vunnið sær pláss sum fyrsta val á høgra vongi - undir liðuni á Mathias Gidsel - og hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við 2028. Næsta vikuskiftið er tað Champions League Final Four á skránni.
Beint nú snýr tað seg bert um at tryggja týska meistaraheiti. Rhein Neckar Löwen - Füchse Berlin byrar klokkan 14 føroyska tíð, eins og hinir dystirnir í 34. og seinasta umfarinum.
Dysturin sæst á TV3 MAX, sum millum er í Televapakkum, og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald