Aðalfundur felagsins var í AB-húsinum í síðstu viku, og væl av fólki var møtt upp. Tað skrivar Argja Bóltfelag á heimasíðu sínari.
- Fyrst varð greitt frá farna kappingarári. Hjá besta mansliðnum gjørdist talan um eitt vónbrot vegna niðurflytingina í 1. Deild, meðan árið hilnaðist væl hjá kvinnunum á tann hátt, at liðið megnaði at manna lið til hvønn dyst í 1. Deild. Hetta eydnaðist ikki árið fyri, tá liðið áðrenn summarhálvuna mátti takast úr kappingini.
Á Argjum fegnaðist tey um, at í ungdómsdeildunum gongur rætta vegin. Tað sæst, at talið av limum er vaksandi. Fleiri feløg í Føroyum hava trupulleikar við at mann lið í ávísum árgangum - hjá AB tað var bert hjá Gentum 16, at tað ikki eydnaðist at manna lið í 2023. Í ár hevur felagið ein stóran árgang, sum er komin upp í Gentur 16-aldursbólkin, og harvið væntar felagið at hava lið við í øllum ungdómsdeildum í ár.
Framvegis skuld - men eitt fet rætta vegin.
- Fyri einum ári síðani sá tað ikki tespiligt út, tá hallið fyri 2022 var 992.000 kr. Í 2023 gekk rætta vegin fíggjarliga, tí hóast ítróttarligt vónbrot kom felagið væl betur úr árinum peningaliga.
AB er farið frá at hava slaka millión í undirskoti - í serstaka árinum 2022 við millum annað einari rúgvu av útlendskum spælarum og ítróttarstjóra - til at hava yvirskot.
Rokniskapurin fyri 2023 vísti eitt avlop á 515.000 kr. Hetta er avgjørt er eitt stig rætta vegin fyri felagið, staðfestir ab.fo Enn hevur felagið eina ávísa skuld at dragast við, men hon væntast burtur um eitt ár.
Tvær broytingar í nevndini
Til seinast var val av nevnd á skránni. Sunneva M. Hansudóttir stillaði ikki upp aftur til nevndarval, og tað gjørdi tiltakslimurin, Sanna Hansdóttir Niclasen, heldur ikki.
Í teirra stað blivu vald Esther Jespersen, ið er nýggjur nevndarlimur, meðan Jónas Stenberg er nýggjur tiltakslimur.
Tað er greitt, at Marius Thomassen heldur fram sum formaður. Hann hevur verið í sessinum síðani februar 2020.
Nevndin í Argja Bóltfelag er nú hendan:
Formaður: Marius Thomassen
Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen
Kassameistari: Patur Sivertsen Vase
Skrivari: Esther Jespersen
Nevndarlimur: Gunleif Hentze
Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð
Tiltakslimur: Jónas Stenberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald