Fótbóltur

Hálvur spenningur í hálvfinalunum

Meðan NSÍ longu hevur annan fótin í steypafinaluni, so er stórur spenningur um hitt finaluplássið. Her kanst tú síggja øll málini í fyrru hálvfinalunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-07 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Í gjár vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum avgreiddar.

NSÍ tók ímóti B36 við Løkin, og har stílaði Heidi Sevdal fyri sannari málveitslu. Við heili fýra málum og enn fleiri møguleikum var toppskjúttin ein støðug hóttan móti gestunum, sum ongantíð veruliga fingu fótin fyri seg. Harumframt slapp Rúna Olsen eisini á máltalvuna við einum frálíkum langskoti. NSÍ vann dystin 5-0, og tær hava tí serstakliga góð kort á hondini undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Havn 30. oktober. 

Í hinari hálvfinaluni hittust 07 Vestur og HB á Dungasandi. Øvugt tí, sum helst mong høvdu væntað frammanundan, so var tað serliga heimaliðið, sum spældi seg til talríkar málmøguleikar, meðan HB hevði úr at gera í verjupartinum. Hjá 07 Vestur vísti Evelyn Da Silva seg frá síni bestu síðu, og hon var við í tí mesta, sum hendi frammanfyri HB málið.

Heidi Maria Akselsen legði heimaliðið á odda eftir hornaspark tíðliga í dystinum, og tann støðan helt sær næstan allan vegin til dystarenda. Beint fyri leiklok fekk HB brotsspark, sum Sarita Maria Mittfoss trygt umsetti til mál. Eitt útjavnandi mál, sum gav HB nýtt og betri mót undan seinnu hálvfinaluni. Við 1-1 javnleiki í fyrra dystinum, er lagt upp til eina sera spennandi seinnu hálvfinalu millum HB og 07 Vestur. 

Í videobrotinum omanfyri síggjast mál og hæddarpunkt úr báðum dystunum. Steypafinalan hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli leygarkvøldið 13. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder