Fótbóltur

Hava ikki skorað seinastu ellivu hálvleikirnar

Føroyska A-landsliðið vil skapa meira í kvøld – málið er at enda EM-undankappingina, har Føroyar higartil hava eitt stig og tvey mál, væl.

Føroyar skoraðu og skaptu nakrar góðar málmøguleikar móti Albania á Tórsvølli 20. juni. Tað rakk tó ikki til stig (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar skoraðu og skaptu nakrar góðar málmøguleikar móti Albania á Tórsvølli 20. juni. Tað rakk tó ikki til stig (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-20 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin): Fyri júst fimm mánaðum síðani tóku Føroyar móti Albania á Tórsvølli. Odmar Færø javnaði fyri Føroyar beint fyri steðgin, eftir at albanar høvdu lagt seg á odda og eisini misnýtt brotsspark. Tað endaði tó 1-3.

Síðani málið beint fyri steðgin hetta junikvøldið, hevur føroyska manslandsliðið spælt ellivu hálvleikir. Í fimm og einum hálvum dystum – fimm undankappingardystum og einum venjingardysti – er tað ikki eydnast liðnum hjá Håkani Ericson at skora. Moldova, Kekkia, Noreg og Pólland (tvær ferðir) hava hildið málið reint móti Føroyum í heyst.

[object Object]
Odmar Færø hevur skorað fyri Føroyar móti Albania (Mynd: Sverri Egholm)
 

Tað hevur heldur ikki gingist væl at skapt upplagdar málmøguleikar, og tølini siga undir eitt skot á mál í miðal fyri hvønn dyst í 2023. Hetta er nakað, ið teir í føroysku leguni sjálvsagt ikki eru nøgdir við. Arbeitt hevur eisini verið við tí.

- Tað snýr seg í stóran mun at hava bóltin meira fyrst. Tað er ikki bara at hava bóltin, og ikki brúka hann til nakað, men so at vit fáa tíð at seta spælið upp og fáa sett spælararnir í betri støður. Her skulu vit hava fleiri spælarar við fram, so at teir fremstu ikki eru so einsamallir. Vanligt vilja vit til dømis hava íhvussu er tríggjar spælarar í brotsteignum, tá innlegg koma.

Soleiðis segði Håkan Ericson á tíðindafundinum í gjár. Sum nú er standa Føroyar til at fáa slakasta úrslitið í einari undankapping síðani í undankappingini til HM 2014 – dystirnir vóru í 2012 og 2013. Tá fingu Føroyar bert eitt stig í tíggju dystum. Tað kom á heimavølli móti Aserbadjan. Tá vóru sum nevnt tveir fleiri dystir enn hesaferð, og í hesari fyrstu undankappingini undir Lars Olsen lótu Føroyar 29 mál inn og skoraðu fýra. Í sjey undankappingardystum í ár hava Føroyar skorað tvey mál og latið 13 mál inn.

Sí eisini: 
Viljormur: - Skulu sleppa hondbremsuni eitt sindur og hava eitt sterkt avrik
Jóannes - Skulu vera í einari betri útgávu av okkum sjálvum

Harvið er miðaltalið ikki so høgt, í mun til í mál latin inn. Um hugt verður eftir síðstu undankappingini hjá Lars Olsen eisini (EM 2020) lótu Føroyar í miðal trý mál inn – 30 í tíggju dystum – og fingu bert stig móti lægri styrkismetta Malta á heimavølli.

Hendan undankappingin kann tó standa eftir sum ein av teimum ringastu hesa øldina. Albania liggur til at vinna bólkin og er stórfavorittur í kvøld. Dysturin á Air Albania leikvøllinum byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin - FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder