Annað

Havnar Svimjifelag sett nýtt met

Óli Mikkelsen, Bartal Erlingsson Eidesgaard, Ísak Brisenfeldt og Silas Dam Lindberg settu í gjár nýtt føroyskt met í 4x100 blandað.

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

2026-04-26 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í finalunum í Svim Open Tórshavn í gjárkvøldið setti liðið við monnum hjá Havnar Svimjifelag føroyskt met í 4x100 blandaðari svimjing á langgeil við tíðini 3.57.61.

Gamla metið á 4.01.88, sum varð sett 26. apríl í fjør átti Havnar Svimjifelag eisini, skrivar Svimjisamband Føroya.

Teir fýra, sum mannaðu liðkappingina vóru Óli Mikkelsen; rygg (1.02.40), Bartal Erlingsson Eidesgaard: bringu (1.05.56), Ísak Brisenfeldt: firvald (56.30), og Silas Dam Lindberg, frí (53.35).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder