Fótbóltur

HB - Víkingur: Stríðið um evropeiska plássið kann harðna munandi

Víkingur skal royna at nærkast HB og 3. plássinum í Gundadali í kvøld. HB roynir at hyggja uppeftir. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.

Adrian Rúnason Justinussen fór út við skaða móti KÍ fríggjakvøldið - um hann ikki spælir móti Sølva Vatnhamar og hinum víkingunum í kvøld, er tað ein stórur smeitur (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Rúnason Justinussen fór út við skaða móti KÍ fríggjakvøldið - um hann ikki spælir móti Sølva Vatnhamar og hinum víkingunum í kvøld, er tað ein stórur smeitur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-19 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsti dysturin í 22. umfari í Betrideildini er á skránni í kvøld. HB tekur móti Víkingi, og týdningarmikil stig í stríðum um at tryggja sær evropeiskt pláss eru uppá spæl.

HB hevur møguleikan at nærkast grannunum og oddaliðnum. FM tykiskt av álvara langt burtur, men KÍ snávaði í gjár. HB hevur B36 á skránni sunnudagin, so talan er um ógvuliga umráðandi viku hjá Jákup Martini Joensen og hansara monnum. 

Í ringasta føri kann HB verða koppað av 3. plássinum næstu dagarnar. Tað er neyðugt at enda í topp-trý fyri at vera vísur í at fáa evropeiskt pláss gjøgnum Betrideildi. Har hevur havnarfelagið fyrimun í stigum, umframt at HB framvegis er við í steypakappingini. Vinnarin av Løgmanssteypinum fær eisini eitt evropeiskt pláss.

[object Object]
HB hevur at enda verið omaná í báðum dystunum millum liðini í Sarpugerði í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var júst HB, ið sendi Víking út úr steypakappingini eftir longda leiktíð í Sarpugerði. Dystirnir millum HB og Víking í ár hava verið ógvuliga javnir, men HB hevur vunnið báðar útidystirnar - tað endaði 1-1, tá liðini spældu í Gundadali flaggdagin.

Um tað hesaferð eydnast víkingunum, ið hava vunnið sjey dystir á rað, at basa HB, so verður støtti spenningur um 3. plássið. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.

Adrian Rúnason Justinussen fór út við skaða móti KÍ fríggjakvøldið. Um besti spælarin síðsta mánaða í Betrideildini ikki spælir í kvøld, er tað ein stórur smeitur fyri HB.

22. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í kvøld, týsdagin 19. september
18.00: HB - Víkingur

Støðan í oddinum eftir 21 umfør: 
1. KÍ 56 stig 
2. B36 52 stig *
3. HB 47 stig
4. Víkingur 42 stig

* Ein dyst fleiri

Í gjár, mánadagin 18. september
KÍ - B68 1-1 (1-1)
22' Árni Frederiksberg, br. (Sivert Gussiås) 1-0
42' Boubacar Sidik Dabo 1-1

Reytt kort: Ragnar Samuelsen (89')

Les eisini: B68 stríddi seg til stig í Klaksvík

-----------------------------------------
Hinir dystirnir í 22. umfari:

Sunnudagin 17. september 
AB - TB 3-0 (2-0)
3' Filip í Liða 1-0
8' Filip í Liða 2-0
58' Marius Kryger Lindh 3-0

EB/Streymur - B36 0-3 (0-2)
4' Valerijs Sabala 0-1
16' Jann Julin Benjaminsen 0-2 
85' Hannes Agnarsson 0-3

Sí eisini: AB er á rættari kós aftur

Leygardagin 16. september
ÍF - 07 Vestur 0-3 (0-2)
24' Daniel Obbekjær, br. 0-1
31' Ási Dam 0-2
90 (+4)' Albert Theis Nielsen 0-3

Reytt kort: Ruben Møller Nielsen (85')

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder