Fótbóltur

HB er best umboðað

Felagið hevur longu fingið tvey steyp útav tveimum møguligum, og í dag kunnu fýra afturat koma í hús. Víkingur hevur næstflest lið samanlagt (fýra).

U13-gentuliðið hjá HB var tað fyrsta útav teimum seks liðunum hjá stórfelagnum í steypafinalunum í ár - HB vann 4-1 á 07 Vestur mikukvøldið 
(Mynd: FSF)

U13-gentuliðið hjá HB var tað fyrsta útav teimum seks liðunum hjá stórfelagnum í steypafinalunum í ár - HB vann 4-1 á 07 Vestur mikukvøldið (Mynd: FSF)

2019-09-21 07:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá steypavikuskiftini hava verið á skránni seinastu sjey árini hevur tað ikki verið óvanligt, at HB hevur verið sera væl umboðað - serliga á dreingjasíðuni. Onkur ár hava summi lið havt fleiri umboð; í fjør var B36 felagið við flest liðum og sigrum. Hesaferð hevur B36 trý umboð, og U18 genturnar endurvunnu í gjárkvøldið Mótasteypið 

Í ár hevur HB heili seks lið við; tað vil siga, at HB er umboðað í tveimum triðingum av finalunum. Nógv bendir á, at steypahillarnar í húsinum beint við tennisvøllin í Gundadali verða væl meira fyltar eftir vikuskifti. 

[object Object]
Ungu menninir gjørdust aftur steypavinnarar í gjárkvøldið (Mynd: Havnar Bóltfelag)

HB hevur longu luttikið í tveimum finalunum; einari mikukvøldið og einari í gjárkvøldið. Báðar eydnaðst væl hjá HB og endaðu við gulli, hóast U21-dreingirnir høvdu nógv baks við Skála, ið eisini er umboðað við EBS/Skála í dag.

Í dag eru fýra møguleikar hjá HB at vinna fleiri steyp. U13-dreingirnir leggja út við grannauppgerð, og U17-dreingirnir skulu seinnapartin royna seg ímóti Víkingi, ið hevur fýra umboð í finalunum (eitt felagslið ið leikti í gjárkvøldið)

Les eisini: Mest vinnandi felagið móti steypaliðnum

Heilt spennandi verður hjá HB'arum í kvøld: Fara kvinnurnar at megna at gera silvur til gull hesaferð, og fara menninir at lyfta Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í 15 ár ? 

Finalurnar higartil: 

Mikudagin 11. september (Við Løkin, Runavík)
U15 dreingir (Cadbury Steypið): 
KÍ - Víkingur 4-2 e..l.l - 2-2 eftir vanliga leiktíð 

Les eisini: KÍ endurvann steypið eftir longda leiktíð


Mikudagin 18. september (Tórsvøllur)

U13 gentur
HB  - 07 Vestur 4-1

Les eisini: U13-genturnar hjá HB skrivaðu søgu


Tórsvøllur, 20. september (í gjár):

U18 (Mótasteypið)
B36 - ÍF/Víkingur/B68 2-0(2-0)

Les meira: B36 endurvann steypið



U21

HB -
Skála 5-3 (eftir brotsspørk) 2-2 e.l.l  - 1-1 e.v.l

Les meira: HB vann annað árið á rað eftir brotssparkskapping

Leygardagur 21. september

Kl. 10:00 Dreingir U13: B36 - HB (fsf.fo)
Kl. 11:30 Gentur U15: B36 - KÍ (KVF - heimasíða)
Kl. 14:00 Dreingir U17: Víkingur - HB (KVF - heimasíða)
Kl. 16:30 Kvinnur: HB - EBS/Skála (KVF - sjónvarp og heimasíða)
Kl. 20.00 Menn: HB - Víkingur (KVF - sjónvarp og heimasíða)

Fylg við gjøgnum dagin á Portalinum. 

Rættað og dagført 09.36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder