Fótbóltur

Heðin Hansen avgjørdi fyri HB í dramatiskum dysti

Tað var 2-0 til HB, ið sá út til at hava tamarhald á tí við Løkin. Síðani skoraði NSÍ tvey mál uppá ein minutti, men í yvirtíðini fekk HB tíggjunda landskappingarsigurin í hús og rennur framvegis saman við Víkingi.

Royndi gøtumaðurin syrgdi fyri, at HB hevur eins nógv stig sum Víkingur eftir tólv umfør. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur staðið seg ógvuliga væl seinastu tveir mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Royndi gøtumaðurin syrgdi fyri, at HB hevur eins nógv stig sum Víkingur eftir tólv umfør. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur staðið seg ógvuliga væl seinastu tveir mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-02 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB vísti eyðkenni og huglag sum eitt meistaralið í Runavík í kvøld. Ikki við at lata tvey mál inn í 83. minutti, men við at svara aftur og onkursvegna fáa øll stigini við sær til høvuðsstaðnum aftur eftir trupla uppgávu.

Tað er torført at spæla móti NSÍ. Tað hava øll lið fingið at sannað í ár. HB kom á odda longu í 10. minutti í dag, tá Mikkel Dahl sló til. NSÍ hevði heldur torført við at skapa stórar málmøguleikar móti vælskipaða HB-verjupartinum, sum í dag manglaði skadda Bartal Wardum.

Útiliðið flutti eisini bóltin væl í fleiri løtum við Løkin, og tíðliga í 2. hálvleiki økti Sammy Skytte. Sterki miðvallarin fekk gott innlegg frá Hanusi Sørensen úr høgru og var púra fríur, tá hann stútaði bóltin í málið til 2-0. Ikki gott verjuspæl hjá heimaliðnum.

[object Object]
Sammy Skytte stóð stekur í myndini hjá HB i dag og skoraði annan dystin á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Síðani sá tað leingi trygt út hjá HB. NSÍ byrjaði tó at leggja fleri bóltar inn í HB-brotsteigin, og í 83. minutti sendi Pætur Hentze eitt innlegg úr høgru. Tað endaði tó sum eitt gott skot, ið heilt snýtti Teit Matras Gestsson - málverjin las ikki kósina hjá bóltinum rætt.

HB gav síðani bóltin upp, Heðin Hansen misti bóltin, Búi Egilsson legði inn úr vinstru, Petur Knudsen rakti stongina, men var síðani fyrstur á returbóltinum sum hann stútaði í málið. Ikki bara spenanndi aftur men 2-2 og alt vent á høvdið.

Man skuldi trúð, at liðið hjá Adolfo Sormani var skelkað. Tað var tað helst eisini, men teir í reyðum og svørtum svaraðu aftur. Beint sum yvirtíðin byrjaði kom bólturin útfrá til Heðin Hansen, sum setti innarusíðuna væl á. Bólturin sníkti seg millum vinir og fíggindar. Kristian Joensen kundi kanska tikið skotið, men málverjin sá tað helst seint, og so var HB-fagnaður aftur við Løkin.

2-3 við Løkin og aftur trý stig til HB. Hetta var tíggjundi landskappingarsigurin á rað og tann 13. samanlagt. HB hevur víst sinnisliga styrki í ár og sanniliga evni til at avgera tættar fótbóltsdystir.

FM-stríðið er tætt: Víkingur og HB hava bæði 33 stig fyri tólv dystir. Eftir góða sigurin hjá Víkingi í Klaksvík í dag, er KÍ dragnað. NSÍ 

Betrideildin 12. umfar
Í dag, sunnudagin 02.06

NSÍ - HB 2-3 (0-1)
10' Mikkel Dahl 0-1
55' Sammy Skytte (Mohammed Samba) 0-2
83' Pætur Hentze 1-2
83' Petur Knudsen 2-2
90 (+1)' Heðin Hansen 2-3

Sí meira um dystin her

KÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
26' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 0-1
69' Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg) 0-2

Meira um dystin her

Les eisini: Vikingur varpaði KÍ fyribils úr FM-stríðnum

B36 - 07 Vestur 4-4 (3-3)
14' Filip Brattbakk (Maxwell Effiom) 0-1
23' Jelle van der Heyden 1-1
28' Sjálvmál (Benjamin Smales Braithwaite) 1-2
34' Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 2-2
39' Sjálvmál 2-3
41' Anton Søjberg (Jelle van der Heyden) 3-3
55' Benjamin Smales Braithwaite 3-4
72' Jann Benjaminsen 4-4

Meira um dystin her

Í gjár, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Les eisini: B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir 12. umfar
1. Víkingur 33 stig
2. HB 33 stig 
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 

5. B36 16 stig
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 6 stig 
10. ÍF 3 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder