Annað

Helgi vann eisini annan tein av Leif Mohr Kring Føroyar

Eingin ivi var um fyrsta og annað pláss, men spurtur var um bronsuna.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-05-30 08:05 Author image
Innsent
placeholder

Í gjárkvøldið bleiv annar av fimm teinum súkklaður.

Fyrrakvøldið endaðu súkklararnir í Klaksvík, og í gjár bleiv byrjað í Klaksvík.

Leiðin gekk fyrst runt í Klaksvík. Tá leiðin gekk norður móti Ánunum var sokallaði ”Masterstarturin” av, og so byrjaði kappingin av álvara.

Tað gingu ikki nógvir minuttir so var Helgi farin solo.

- Tá ið eg fekk serverað handan kjansin aftaná vendingina um keyluna norðuri á Strond úr mótvindinum í undanvindin, so tóku instinktini yvir og eg mátti bara leypa á. Eg sat kanska nummar 7 í svinginum og hevði nakrar metrar fram til tann frammanfyri, men tá eg sá at tann aftanfyri meg slepti mínari acceleratión, so setti eg bara fult á, og kom við ferð framvið hinum og slapp skjótt leysur, segði ein troyttur, og glaður, Helgi eftir kappingina.

Leiðin gekk síðan móti Depli, Norðdepli, til Hvannasund og síðan gjøgnum tunnilin til Viðareiði.

Koyrt bleiv eftir gamla vegnum aftur til Hvannasund.

Áðrenn kósin var sett móti Klaksvík, skuldu súkklararnir til Árnafjørð. Leiðin gekk nú aftur til Ánirnar at venda. Tá súkklararnir høvdu vent, gekk leiðin so beint á mál, sum var við Effostøðina í Klaksvík.

Ein bólkur á 12 súkklarar royndu saman, og hvør sær, at koyra Helga inn aftur. Ferðin øktist, munurin minkaði. Ferðin fór niður, og munurin fram til Helga øktist.

- Oman eftir og á sløttum sá eg, at stóra feltið heintaði skjótt inn á meg, so eg mátti bara súkkla javnt hart, og summatíðir sera hart, fyri at halda munin. Har var ikki ein evarska lítil steðgar frá álopinum tíðliga í byrjanini, og inntil eg var á mál, segði Helgi eftir kappingina.

Aftur annan dagin var luttøkan góð, og somuleiðis var ein, sæð við føroyskum eygum, stórur bólkur av sterkum súkklarum.

Jákup Petur Eliassen, sum hevur vunnið Leif Mohr Kring Føroyar nøkur ár á rað, hevur kanska ikki rakt góða formin í ár, sum hann hevði hini árini, men vælkoyrandi var hann í dag, tá hann, ávegis til Viðareiði, gjørdi eina góða roynd at sleppa frá feltinum, og soleiðis at koyra upp til Helga.

Men sum áður nevnt, so vóru nógvir sterkir súkklarar í høvuðsfeltinum, og løtu seinni var Jákup Petur heintaður.

Ein sum skaraði framúr í dag var Hilmar Hansen. Tíðliga í kappingini gjørdi hann eina góða roynd at sleppa frá hinum súkklarunum. Tá tað bert vóru góðir 4 kilometrar eftir á mál, leyp hann á aftur. Við SEV Verkið fekk Hilmar rættiliga góða ferð á súkkluna, og megnaði tá at sleppa frá høvuðsfeltinum. Tað styttist, men Hilmar bleiv við, og trúði uppá at tað ikki brast, men bar á mál, og tað gjørdi tað. Sjey sekund ljóðar ikki av nógvum, men við nógvari ferð, er tað nógvir metrar.

Helgi W. Olsen vann, og Hilmar Hansen gjørdist nummar tvey. Meðan Helgi brúkti 1 tíma og 34 minuttir og 29 sekund um teir 54 kilometrarnar, so brúkti Hilmar 1 tíma 35 minuttir og 4 sekund.

Høvuðsfeltið nærkaðist málinum, og spenningurin øktist. Tað var tætt millum súkklararnar, og fingu tí øll 11 somu tíð. Øll, tí millum allar kallarnar, var ein kvinna. Ein sera væl koyrandi Súsanna Skylv smæddist ikki burt, tá hon skjótt og elegant navigeraði millum súkklarar og ferðsluna sum var við Effostøðina.

Málmyndirnar vístu at tað var Jákup Petur Eliassen, ið vann spurtin, og sostatt bronsuna, í 2. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar 2025.

Aðrar kvinnur luttóku. Nummar tvey gjørdist Steintóra Erhardsdóttir, og bronsuna vann Bjørg Árnadóttir.

Sandoyggin er karmur um 3. tein

Í kvøld verður súkklað á Sandoynni. Byrjað verður í Húsavík. Leiðin gongur runt Sandsvatn, til Sand, og síðan til Skálavík. Koyrt verður runt í bygdini, áðrenn leiðin aftur gongur runt Sandsvatn. Tá súkklarar hava stríðst seg niðan Brekkuni Stóru, so gongur leiðin til Húsavík, og víðari til Dals. Tá súkklarar hava vent í Dali, gongur leiðin á mál í Húsavík.

Startur og mál er í Húsavík, og byrjar kappingin kl 18. Tað skulu koyrast góðar 54 kilometrar áðrenn vinnararnir verða funnir. Tá teinurin er mettur at verða ein tungur teinur at súkkla, so fer klokkan at nærkast 20 áðrenn vinnarin verður funnin.

Hava fólk hug at síggja hvør verður fyrstur um málstrikuna í dag, so er skilagott at leggja leiðina framvið Húsavík um 19.30 tíðina.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder