
Teir seinastu dystirnir í bólkaspælinum í EM-undankappingini vórðu spældir í gjárkvøldið. Eftir teir er endaliga greitt, hvørji 21 "tey fyrstu liðini" í EM-endaspælinum verða.
Tey eru niðanfyri sett upp, eftir hvør kom víðari sum ávíkavist nummar eitt og nummar tvey úr hvørjum bólki. Spania og Skotland vóru í bólki A og so framvegis.
EM 2024-lond:
Týskland (vertstjóð)
Spania
Skotland
Frakland
Niðurlond
Ongland
Italia
Turkaland
Kroatia
Albania
Kekkia
Belgia
Eysturríki
Ungarn
Serbia
Danmark
Slovenia
Rumenia
Sveis
Portugal
Slovakia
Øll hesi londini hava verið til eitt EM-endaspæl áður. Fyri Albania, ið var í bólki saman við Føroyum, er tað bert aðru ferð í søguni. Fyrru ferð var í 2016. Tað sama er galdandi fyri Slovakia.
Portugal var einasta landið, sum vann allar sínar dystir. 38-ára gamli Cristano Ronaldo skoraði 10 mál, men Romelu Lukaku hjá Belgia gjørdist toppskjútti í undankappingini við heili 14 málum.
Danmark er higartil einasta norðurlendska umboðið. Liðið vann sín bólk, men Kasper Hjulmand og hópurin hava í donskum miðlum verið fyri hørðum atfinningum fyri avrikini í ár - seinast eftir tapið í Norðurírlandi í síðsta umfari.
Danir vóru millum tey seinastu fýra í EM í 2021 (Euro 2020). Italia vann men spældi seg ikki til HM-endaspælið í fjør. Harvið er Italia í lægsta styrkisbólkinum til lutakastið. Bólkarnir vórðu kunngjørdir í gjár - hvussu bólkabýti verður fæst greiða á 2. desember.
Styrkisbólkarnir - lutakastið verður í Hamborg um tíggju dagar (Mynd: UEFA)
12 lið skulu spæla playoff dystir um tey síðstu trý plássini. Spælt verður í trimum bólkum. Tað er eftir, hvar liðini spældu í Nations League í fjør, og hvussu tey avrikaðu har.
Talan er um lið, sum ikki spældu seg til EM gjøgnum undankappingini í ár, men sum avrikaðu lutfalsliga væl í Nations League í fjør. Í summum førum er talan um bólkavinnarar í NL - í øðrum førum er liðið t.d. endað nummar tvey, men liðið frammanfyri hevur spælt seg til EM.
Soleiðis er við Luksemborg, sum endaði nummar tvey í okkara bólki í fjør. Luksemborg endaði trý stig frammanfyri Føroyar. Í dystinum á Tórsvølli varð Sølvi Vatnhamar útvístur, har Luksemborg síðani skoraði til 1-0. Høvdu Føroyar vunnið tann dystin ella vunnið í Luksemborg (2-2) hevði liðið hjá Håkan Ericson spælt play-offdysti(ir) í mars.
Estland fekk eitt stig í EM-undankappingini og hevði málúrttøkuna 2-22. Liðið vann hinvegin Deild D í fjør, og tí sleppur Estland at spæla um EM-pláss í mars 2024. Tað verður tó tungt - liðið er bólkað saman við millum annað Póllandi.
Bólkur A:
Pólland
Wales
Estland
Bólkur B:
Bosnia-Hersegovina
Ísrael
Tey trý londini niðanfyri verða í morgin lutað í bólkar. Øll vóru tvey'arar í Deild B í fjør - Bosnia og Ísrael vunnu hvør sín bólk. Eitt land skal spæla í bólki A fyri at fáa tað at ganga upp. Hetta kann vera eitt slag av fyrimuni, tí Estland er har, og Pólland og serliga Wales eru ikki á sama stigi, sum tá tey endaðu í Deild A í Nations League. Spennandi verður serliga, hvar Ísland endar:
Ísland
Finnland
Ukraina
Bólkur C:
Georgia
Grikkaland
Kasakhstan
Luxembourg - endaðu beint frammanfyri Føroyar í Nations League
Play-off dystirnir verða spældir síðst í mars. Talan er um hálvfinalur og síðani finalur um EM-pláss. Dystirnir verða spældir á uttanveltaðum vølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald