Fótbóltur

Hesi vunnu heiðrarnar í gjárkvøldið

Adrian Justinussen tók heili 4 heiðrar við heim frá "Fótbóltsgalla" 2018.

2018-11-03 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðlahúsið og FM1 skipaðu, í samstarvi við FSF,  fyri Fótbóltsgalla 2018 í gjárkvøldið. Tiltakið har ársins leikarar o.a vóru avdúkaðir, var hildið á Reinsarínum í høvuðsstaðnum.

At HB og EBS/Skála gjørdist føroyameistarar endurspeglaðist. Hetta er ikki nakað løgið í; serliga tí fremsta mansliðið hjá HB hevði eitt heilt framúr kappingarár. Tað hevði Adrian R. Justinussen eisini. Toppskjútti, ársins miðvallari, ársins ungi leikari og ársins leikari; fýra heiðrar til kantspælaran hjá HB. 

Her er eitt yvirlit yvir, hvør vann teir teir ymisku heiðrarnar. Vinnarin hjá kvinnum stendur omanfyri.

Ársins spælarar:

Margunn Lindholm, EB/S/S
Adrian Justinussen, HB

Ársins ungi spælari:
Julia N. Mortensen, HB
Adrian Justinussen, HB

Ársins málverji:
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Teitur M. Gestsson, HB

Ársins verjuspælari:
Rakul Magnussen, EBS/Skála
Lasse T. Andersen, HB

Ársins Miðvallari:
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Adrian Justinussen, HB

Ársins áleypari:
Heidi Sevdal, HB
Klæmint A. Olsen, NSÍ

Ársins venjari:
Mathias Davidsen, EBS/Skála
Heimir Guðjónsson, HB

Ársins dómari:
Jørleif Djurhuus
Lars Muller

Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum:

Heidi Sevdal, HB

Ársins lið hjá kvinnum:
Anna S. Hansen, EB/S/S

Katrina Akursmørk, KÍ – Rakul Magnussen, EB/S/S – Birita B. Nielsen, B68 – Nadja D. Johannesen, HB

Birna T. Mikkelsen, EB/S/S – Ansy Jakobsen, EB/S/S, Margunn Lindholm, EB/S/S – Rannvá B. Andreasen, KÍ

Milja R. Simonsen, HB og Heidi Sevdal, HB


Ársins lið hjá monnum:

Teitur M. Gestsson, HB

Jógvan Rói Davidsen, HB – Bartal Wardum, HB – Odmar Færø, B36 – Lasse Andersen, HB

Adrian Justinussen, HB – Binni Hlødvarsson, HB – Tróndur Jensen, HB – Árni Frederiksberg, NSÍ

Klæmint A. Olsen, NSÍ og Sonny Jakobsen, 07 Vestur

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder