placeholder
Fótbóltur

Hjulmand: Hevði verið betri at hitt sterkari mótsstøðu

Danski landsliðsvenjarin staðfestir tó, at hann kann nýta venjingardystin móti Føroyum í Brøndby í kvøld til nógv - nógvir danir skulu prógva seg.

- Mítt ynski er at so at siga altíð hava eitt so gott mótsstøðulið sum yvirhøvur gjørligt. Vit vildu tó í hesum førum hava so nógvar venjingar sum gjørligt í Danmark, og so fór eitt putlispæl í gongd, og vit endaðu við Føroyum. Kasper Hjulmand er annars fyri fleiri og fleiri atfinningum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Mítt ynski er at so at siga altíð hava eitt so gott mótsstøðulið sum yvirhøvur gjørligt. Vit vildu tó í hesum førum hava so nógvar venjingar sum gjørligt í Danmark, og so fór eitt putlispæl í gongd, og vit endaðu við Føroyum. Kasper Hjulmand er annars fyri fleiri og fleiri atfinningum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein skuldi nærum trúð, at tað hevði verið betri, um Danmark og Føroyar ikki spældu venjingarlandsdystin, sum er á skránni millum liðini í kvøld. Íhvussu er um lurtað verður eftir nøkrum útsagnunum hjá føroysku og donsku høvuðsvenjarunum í gjár

Håkan Ericson: 
Tað er fjórðu ferð, at vit møta Danmark í tíðini, har eg havi staðið á odda (síðani 2020, red.). Tað eru vanliga stórar og spennandi uppgávur. Tað er tó helst eingin loyna, at hetta ikki er tann besta fyrireikingin til Nations League seinni í ár, í mun til styrki av mótstøðu, men Danmark ynskti at spæla ímóti okkum. 

Sí eisini: Håkan; Ikki tann besta fyrireikingin - men Danmark bjóðaði av

Kasper Hjulmand: 
- Mítt ynski er at so at siga altíð hava eitt so gott mótsstøðulið sum yvirhøvur gjørligt. Vit vildu tó í hesum førum hava so nógvar venjingar sum gjørligt í Danmark, og so fór eitt putlispæl í gongd, og vit endaðu við Føroyum(...) stóð tað til mín møttu vit teimum allarbestu hvørjaferð, men eg síggi eisini møguleikan fyri at fáa nakað út av einum slíkum dysti.

Danski landsliðsvenjarin staðfestir millum annað, at tað eru ógvuliga fáir landsdystir, so allir eru virðismiklir. Hjulmand gleðir seg persónliga, og hetta er eisini ein ógvuliga góður møguleiki hjá spælarum at vísa seg fram, nú EM nærkast, og fleiri av teimum føstu ikki fara at spæla. Hvør minuttir telur, segði Kasper Hjulmand millum annað við donsku miðlarnir í gjár.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

[object Object]Føroyska liðið manglar eisini nógvar spælarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eftir heldur nógv keðilig avrik seinastu tvey árini er danski landsliðsvenjarin komin undir eitt ávíst trýst - íhvussu er millum miðlar og viðhaldsfólk.

Føroyska landsliðið vil í hesum árinum hugsavna seg meira um álopskenda spælið. Tískil hóskar dysturin móti Danmark ikki so væl inn, men Håkan Ericson staðfesti á tíðindafundinum í gjár, at  tað hevur annars verið torført at fáa venjingardystir móti Danmark søguliga, og at man valdi at taka av danska tilboðnum.

Sí eisini: Styrkisroynd móti dønum

Fyrsta bríksl í kvøld er klokkan 19.15 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin. Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað úr Brøndby.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder