Ellivu dagar eftir at EM-endaspælið endaði fyri Føroyar, við tapið móti Slovenia, skal sjóneykan av álvara setast á næstu stóru uppgávuna: HM play-off umfarið (røkkstøkkdystirnar)
Sí eisini: Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo . men tíðin kemur aftur
Seinnapartin verður greitt, hvørjum føroysku menninir skulu stríðast um HM pláss í móti mitt í mai. Dystirnir verða spældir 13/14 mai og 16/17 mai: Ein heimadystur og ein útidystur.
Raðfylgjan verður avgjørd við lutakastinum seinnapartin, tá tað verður greitt hvørji lið møta hvørjum. Og júst tað at spæla á heimavøll seinna dystin kann fáa stóran týdning.
Hoyr eisini greining: Alt um lutakastið leygardagin: Ongantíð havt so góð kort á hondini at sleppa til HM
Hetta var serliga Mark Lausen-Marcher greiðir í. Portalurin tosaði við ítróttarstjóran í Hondbóltssambandinum, umframt landsliðsliðformannin, um lutakastið. Pauli Jacobsen var samdur í sínum fyrrverandi venjara - eisini tá teir skuldu seta orð á "marrumótstøðulið" - sí niðanfyri
Mark Lausen-Marcher í "FM1 í Oslo-sendingini" dagin eftir søguliga sigurin á Montenegro. Hann og Tormóður P. Djurhuus vóru samdir í, at tað besta framvegis er í væntu fyri føroyskan hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar kunnu møta eitt av hesum liðunum - úr Potti 2:
Kekkia
Italia
Vinnarin í Bosnia & Herzegovina - Kosovo
Vinnarin í Georgia - Ísrael
Vinnarin í Ukraina - Slovakia
Vinnarin í Serbia - Litava
Vinnarin í Pólland - Lettland
Vinnarin í Turkaland - Rumenia
Vinnarin í Grikkaland - Belgia
Vinnarin í Finnland - Montenegro
Liðini í potti 1 trekkja lið úr potti 2. Spælt verður einaferð á útivølli og einaferð á heimavølli - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í Týsklandi um eitt ár.
Sí eisini: Staðfest: Føroyar eru styrkismettar til HM-lutakastið leygardagin
Ynskilið og lið at sleppa undan:
Pauli Jacobsen, málverji og liðformaður á landsliðnum: - Eg havi einki ynski sum so men vil gjarna sleppa undan Serbia, Póllandi, Italia og Kekkia.
Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í HSF:
- Serbia má vera tað upplagda svarið uppá, hvat vit helst skulu sleppa undan: Serbiar eru ótrúliga sterkir. Annars kunnu nevnast Italia, Kekkia og Rumenia - um hesi londini koma víðari frá dystunum í mars. Eg trúgvi uppá møguleikan móti øllum, men har eru heldur eingir lættir dystir.
- Tað størsta ynski er at fáa heimavøll í seinna dystinum. Í seinastu HM-undankapping móti Norðurmakedónia sóu vit, at tað at enda á heimavølli kann hava stóran týdning - tó haldi eg eisini, at vit eru vornir nógv sterkari og klókari síðani og hava eisini fingið góðar royndir við frá tí upplivingini.
Vilt tú eisini hava heimavøll í seinna dystinum, Pauli?
Ja! Avgjørt
Hvat hevur tað at siga at spæla seg til HM-endaspælið:
Pauli Jacobsen: - Tað at koma til HM hevur alt at siga. Tað er ein kapping, har mótstøðan ikki altíð er líka hørð sum til EM. So har síggja vit betri møguleikar fyri at koma langt
Mark Lausen-Marcher- Tað er sjálvandi týðandi fyri víðari menningina. Tað er eingin ivi um, at tað at støðugt spæla í endaspølunum gevur royndir og eru eisini við til at skerpa øll kring liðið. Tað vísir seg eisini at geva teimum, sum dagliga spæla á nakað lægri stigi, "eitt boost" (tað stimbrar teir, red). Bæði í mun til at verða sæddir, men eisini sum ein staðfesting av, at teir hava stigið til at vera við.
Føroyar skulu bert spæla í 3. og seiansta partinum av HM-undankappingini, tí liðið var til EM-endaspælið og endaði nummar trý í bólkinum. Ein samanlagdur sigur í mai sendir mansliðið til sítt fyrsta HM-endaspæl nakrantíð (Týskland í januar 2027)
Lutakastið verður í dag, leygardagin 31. januar. Tað byrjar umleið klokkan 13.30 - helst verður sjált lutakastið nakað seinni. Til ber at fylgja við beinleiðis á Portalinum: Við bloggi (teksti) og við stroyming - leinkja/grein kemur út tíðliga seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald