Annað

Høgni Egilstoft í knúsandi álopi

Í gjár reyk Hans Kristian Simonsen út í eitt Egilstoft-ódnarveður, sum hann onki fekk gjørt við.

Høgni Egilstoft Nielsen, framvegis stórfavorittur at vinna FM - seinasta umfar er í morgin (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

Høgni Egilstoft Nielsen, framvegis stórfavorittur at vinna FM - seinasta umfar er í morgin (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

2025-04-17 08:47 Author image
Innsent
placeholder

Í eini javnari støðu, sum uppstóð við tí sokallaðu Reti byrjanini, lat Høgni Egilstoft úr Sandavági í allari stillheit sína a-finnu standa í blonkum deyða, meðan hann byrjaði ein sannan finnu storm á tí alt avgerandi miðjuni í talvinum. Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði beit á, og tók a-finnuna við frúnni. Gamaní fekk hann eina finnu, og tað var jú legendariski Bobby Fischer, sum á sinni segði: a pawn is a pawn!

Men prísurin var, at fúgvin endaði úti á síðulinjuni, meðan Høgni yvirtók stríðið um sentrum.

Og so gekk tað skjótt. Eftir fáum leikum hótti Høgni við beinleiðis mát. Hans Kristian mátti parera við at flyta eina finnu framman fyri kongin, og harvið vikna kongastøðuna. 

Høgni koyrdi á við d- og f-finnunum og tá kollfirðingurin eisini valdi at taka c-finnuna, endaði tað galið. F-finnan kom allan vegin fram á f3, og við frúnni á g4 fekk Hans Kristian ikki vart fyri mátinum, og kundi einki annað gera enn at leggja kongin.

Við sigrinum í gjár hevur Høgni framvegis eina imponerandi 100 prosents skoru.

Eins og higartil í kappingini, liggur Luitjen A. Apol framvegis beint í hølunum á rating favorittinum, tá hann vann á tí lægst rataða, Peturi Gardar Magnussen.

Í einum Benoni kom Petur við tí svarta fólkinum væl frá byrjanini, og tá tað sá út til, at tað endaði við leikendurtøku eftir 33. leik, víkti Luitjen í síðstu løtu frá, og so gekk skjótt niðurá hjá Peturi.

Uttan nakað hóvasták borðaði Luitjen fyri ein rók inn í støðuna hjá Peturi og síðani ein riddara. Tá Petur í tí støðuni valdi at býta frúgvar av, hevði hann ikki sæð, at d-finnan hjá Luitjen umgangandi avgjørdi talvið, tá frúgvarnar vóru avbýttar.

Klaksvíkingarnir Wille Olsen og Haldur Suni Johansen tímdu ikki tað stóra í dag, og tóku ein skjótan javnleik. 

Talvið millum Elias Petersen og Heðin Gregersen bleiv akkurát líka vilt, sum eg skrivaði í gjár. Heðin setti alt í eitt beinleiðis álop á hvíta kongin, sum var farin í longuborg, meðan svarti kongurin bleiv standandi í miðjuni. 

Júst tá álopið sá út til at braka ígjøgnum, valdi Heðin at satsa og offra ein kvalitet. Tað skuldi hann ikki gjørt, tí tá avtornaði, bleiv júst tað avgerandi. 

Í tí røttu løtuni kontraði Elias við at offra kvalitetin aftur, og fáa ein heilan mann, og so var tap í hendi hjá Heðini. Eitt keðiligt tap hjá honum, tí tað var hann, sum í stóran mun skapti talvið.

Vit kunnu bara ásanna, at tað ofta ikki er nóg mikið at standa betur, og at tað mangan kann vera sera trupult at vinna støður, har ein stendur betur.

Eftir dagsins umfar er støðan:
1. Høgni 5 stig
2. Luitjen 4 ,5 stig
3. Elias 3 stig
4. Hans Kristian 2,5 stig
5-6. Wille 1,5 stig
5-6. Petur Gardar 1,5 stig
7-8. Haldur Suni 1 stig
7-8. Heðin 1 stig

Í dag verður eitt spennandi umfar, tí tá fær Hans Kristian Luitjen við tí hvíta fólkinum. Um hann skal taka triðja plássið frá Eliasi, so skal Hans Kristian fáa okkurt burturúr talvinum.

Høgni fær hvítt móti ein sera svongum Heðin Gregersen. Men óansæð, so er Høgni stórfavorittur.

Elias fær við svarta fólkinum Haldur Suna. Eisini hann má fáa okkurt burturúr tí talvinum, um hann skal gera sær vónir um at halda fast í triðja plássinum. 

Hjá Petur Gardar og Willa er ikki so nógv at telva um, tá teir liggja nokk so mitt í kappingini.

Og meðan vit lata 6. umfar koma og fara kunnu vit nevna, at í tí 7. og seinasta umfarinum fáa vit ta ultimativu uppgerðina millum Luitjen Akselsson Apol og Høgna Egilstoft Nielsen. Um teir báðir vinna í 6. umfari, so verður talan um eina sanna gysarafinalu langafríggjadag!

6. umfar verður telvað í dag á Skúlatrøð í Klaksvík, og byrjar klokkan 14. Øll hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið at síggja, hvussu leikur fer.

Skrivað hevur: Rani Nolsøe

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder