Fótbóltur

Højlund gjørdist søguligur

21-ára gamli áleyparin er fyrsti dani nakrantíð, sum er kosin besti spælari fyri ein mánaða. Hetta var eftir fimm mál í fýra dystum í februar.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-08 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gongdin hjá Manchester United er ikki so nógv at reypa av, men Rasmus Højlund hevur veruliga víst seg fram síðstu tíðina.

Danski áleyparin varð dýrtkeyptur úr Atalanta síðsta summar, men hóast fleiri mál í Champions League skoraði hann ikki fyrr enn 2. jóladag, tá Højlund avgjørdi dystin móti Aston Villa.

Síðani hevur hann skorað eina rúgvu av málum, og tað var ein skaði fyri tveimum vikum síðani, ið steðgaði hansara gongd.

Áðrenn tað skoraði 21-ára gamli keypmannahavnarin fimm mál í fýra Premier League-dystum í februar. Eisini gjørdist hann tann yngsti spælarin nakrantíð í deildini, sum megnaði at skora seks dystir á rað - skoraði eisini síðsta dystin í januar.

[object Object](Mynd: EPA)

Fyri tað er hann kosin besti spælarin fyri februar í Premier League. Hetta hevur Premier League kunngjørt í dag. Harvið er Rasmus Højlund fyrsti danin nakrantíð, ið fær slíkan heiður.

Hann er framvegis darvaður av skaða og fær ikki spælt í morgin móti Everton. United er heili 11 stig frá vissum Champions League-plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder