Annað

Hósdagurin: Høgir rimar, hæddarlop, boðrenningar og 5.000 metrar

Føroyar fara aftur eftir heiðursmerkjum í frælsum ítrótti í kvøld. Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar í hæddarlopi og Julian Gregersen á 5.000 metrar kunnu avgjørt enda við tí. Serliga stórur spenningur er annars um stafettirnar - í kvøld verður runnið innleiðandi.

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroyar

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroyar

2025-07-17 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstsíðsti dagurin byrjar við at tíggju 106 cm høgar rimar verða settar á langsíðuna, og klokkan 17.10 skal Andreas Bjarnastein Antoft renna uppum hesar í finaluni á 110 m rimarenning.

- Andreas, sum áður hevur vant nógv longarlop, hevur nú valt at fokusera uppá rimarenning, og tað er orsøkin til, at hann er styrkismettur til eitt triðjapláss út frá, hvat menn hava runnið í 2025. Tíverri eru bert fýra luttakarar, og tá verður bara kappast um ávikavist gull og silvurmerki, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar

Klokkan 17:10 er hæddarlop hjá kvinnum, har Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar er við, og hetta sær út til at blíva ein sera spennandi kapping.

- Gullvinnarin frá síðstu leikunum er við aftur, og hon er styrkismett fremst, men har eru seks, sum hava lopið millum 154 og 163 cm. Teresa hevur lopið 162 cm í ár og er tí styrkismett til at endurvinna bronsumerkið hon hevur vunnið seinastu tveir leikirnar. Men dysturin um heiðursmerkini verður væntandi sera tættur millum hesar sjey.

Spennandi stafettir

Kanska tær mest spennandi kappingarnar á leikunum eru sonevndu boðrenningarnar - tað sum man best kennir sum stafettir.

Her eru Føroyar við í 4x100 og 4x400 hjá kvinnum og á 4x400 m hjá monnum. Talan er um innleiðandi kappingarnar. Finalurnar verða í morgin fríggjadagin, og 

- Klokkan 18:00 er innleiðandi kappingin hjá kvinnunum á 4x100 m. Her er føroyska liðið manna við Elisabet Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Mariu Biskopstø.

- Klokkan 18:30 renna mennirnir 4x400 m. Her leggur Tummas Petur Sjóvará út, hann avleverar til Andreas Bjarnastein Antoft, sum avleverar til Dánjal Dahl Ljósheim. Síðsti maður er Jónas Gunnleivsson Isaksen. Við so sterkari uppseting er lítil ivi um, at føroyingar renna seg í eina finalu.

- Klokkan 19:00 eiga kvinnurnar tørn á 4x400 m. Her byrjar Rutt Hjelm Gregersen, hon avleverar til Oddvør Josephsen, sum avleverar til Mariu Biskopstø, og síðsta kvinna er Margit Weihe Fríðmundsdóttir. Eins og hjá monnunum er liðið sterkt, og tí er væntandi at tær trygt renna seg í eina finalu.

Julian skal royna at endurtaka DM-avrikið

Klokkan 19:30 er síðsta kapping á degnum, og tað er 5.000 m hjá monnum. Eins og á 1500 metrum, so er feltið óvanliga sterkt, staðfestir Frælsur Ítróttur Føroya. Føroyar hava tó ein sterkan rennara, sum av álvara hevur gjørt vart við seinastu tíðina.

- Julian Gregersen hevur støðugt skorið av føroyska metinum tá hann hevur runnið á vegnum, seinast tá hann vann sær eitt bronsumerki í dysti um danska meistaraheiti. Við tíðini hann rann til DM og forminum, hann annars hevur víst higartil á oyggjaleikunum, hevur hann víst, at hann er ein, man skal halda eyga við í mun til kampin um heiðursmerkini.

[object Object]
Julian Gregersen er til reiðar at stríðast um heiðursmerkir í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder