H71 hevði ein frálíkan seinna hálvleik í fyrra European Cup-dystinum móti HB Dudelange úr Luksemborg, tá liðini brustu saman í Hoyvíkshøllini í gjár.
Sí eisini: Hoyvíkskvinnur vendu øllum í seinna hálvleiki
Støðan í steðginum var 21-15 til HB Dudelange, men í seinna hálvleiki vendu hoyvíkskvinnur øllum á høvdi og vunnu seinna hálvleik 26-17. Úrslitið gjørdist 41-38 til H71.
H71-kvinnurnar skulu taka góða spælið í seinna hálvleiki við sær til seinna dystin í kvøld klokkan 19 og gera arbeiðið liðugt. Samanlagdi vinnarin í málum vinnur seg víðari til triðja umfar í European Cup.
Les eisini: Neistin vann fyrra dystin í Kosovo við fimm málum
Saman við H71 sendir Portal Play dystin, og atgongd kann keypast fyri 79 krónur. Dysturin er ikki partur av vanliga hondbóltshaldinum á Portal Play. Sjúrður Hildarson Hoydal sigur frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald