Fótbóltur

Í kvøld er brakið í Kosovo

Lagt er upp til spennandi dyst í Pristina, har føroyski hópurin og teir áleið 70 føroysku fjeppararnir fyrireika seg.

2018-09-10 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin) - Hetta er dagurin, ið so nógv í Kosovo hava bíðað eftir; fyrsti dysturin sum góðkent FIFA og UEFA limaland, verður í kvøld í heimlandinum. Í farnu HM-undankapping leikti Kosovo sínar heimadystir í Albania, men nú stendur snotiligi Fadil Vokkri leikvøllinum til reiðar eftir umbygging og nýbygging. Áleið 13.500 áskoðarar verða til staðar; tað er útselt og stórur spenningur í Pristina.

Les eisini: Myndir: Venjing í Kosovo



Talan er eisini um umráðandi dag og dyst fyri føroyingar. Føroyar skulu royna at byggja uppá góðu byrjanina í Nations League, ið vit fingu á Tórsvølli fríggjakvøldið. Hetta vísti Lars Olsen eisini á, tá vit fingu orðið á hann eftir venjingina í gjárkvøldið. Landsliðsvenjarin segði á tíðindafundinum, at hetta var ein tættur bólkur, og at heimavøllurin verður avgerandi. Tí skal føroyska liðið royna at oyðileggja hendan fyrimunin hjá Kosovo í kvøld og órógva setanarveitsluna.

Sí eisini: Video: Lars Olsen: Broyta ikki spæliháttin

Fyri Føroyar er ein javnleikur væl og virðiliga góðkent; hetta ásannaði Sølvi Vatnhamar í gjárkvøldið. Útlitini í ólkinum verða góð, um Føroyar hava fýra stig eftir hesar báðar fyrstu dystirnar. Teir fara tó eftir enn einum sigri í Kosvo, og tað vóna mongu fjeppararnir eisini.

Sí eisini:
Video: - Skulu vera nøgdir, um vit fáa eitt stig her
Video: Átta málarar til Kosovo at hyggja eftir landsliðnum

  
Dagurin í Pristina verður sum at bíða eftir gávunum jólaaftan; leingi til tað kann latast upp. Fyrsta bríksl verður klokkan 20.45 lokala tíð (19.45 føroyska tíð), og hópurin fyrireikar seg á sínum gistingarhúsið. Her á fimmstjørnaða Swiss Diamond bíða aðrir føroyingar spentir, taka sær av løttum, og skipa verður fyri upphiting seinni áðrenn farið verður til gongu stutta teinin til leikvøllin ein stóran tíma undan dystarbyrjan. 

Meira tilfar úr Pristina verður tøkt seinni í dag. Føroyar framá!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder