Fótbóltur

ÍF brynjar seg til bestu deildina

Hevur tryggjað sær undirskriftina hjá átta spælarum.

Dan Petersen, formaður í ÍF, saman við Pól Jákup Lundsberg, ein av ungu evnaríku leikarunum hjá ÍF (Mynd: if.fo)

Dan Petersen, formaður í ÍF, saman við Pól Jákup Lundsberg, ein av ungu evnaríku leikarunum hjá ÍF (Mynd: if.fo)

2018-11-19 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir eitt ár í næstbestu deildini, sum felagið vann uttan trupulleikar, er Ítróttarfelag Fuglafjarðar nú farið undir at brynja seg til eitt nýtt skeið í bestu deildini, Betri deildini.

Heimasíðan hjá ÍF hevur um vikuskiftið kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir eina røð av sáttmálum. Talan er um leinging við spælarar, sum hava verið knýttir felagnum í ár eisini.

Talan er um leikararnar Arnold Kristiansen, Poul N. Mikkelsen, Gunnar Christiansen, Jan Ó. Ellingsgaard, Hanus Eliasen, Andy Olsen, Pól Jákup Lundsbjerg og Sámal Joensen.

Arnold Kristiansen er 23 ár, og hevur altíð spælt við ÍF. Fyri besta liðið hevur hann spælt 27 dystir, skorað fýra mál og lagt upp til tvey.

Poul N. Mikkelsen er klaksvíkingur, men hevur síðani hann var 17 ár spælt við ÍF. Hann er nú 23 ár, og hevur spælt 94 dystir, skorað trý mál og lagt upp til fýra mál fyri besta liðið hjá ÍF.

26 ára-gamli Gunnar Christiansen er eisini klaksvíkingur, og fer nú undir sítt fjórða ár sum ÍF’ari. Hann hevur spælt 26 dystir, skorað og lagt upp til ávíkavist tvey og eitt mál fyri besta liðið.

Jan Ó. Ellingsgaard er 28 ár, og hevur, fyriuttan eitt ár í NSÍ í 2017, bara spælt við ÍF. Síðani hann byrjaði í 2007, hevur hann spælt 254 dystir, skotið 40 mál og lagt upp til 32 mál fyri besta liðið hjá ÍF.

Allir hesir hava skrivað sáttmálar, sum eru galdandi fyri 2019 og 2020.

Hanus Eliasen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2019. Sáttmálin inniber, at Hanus, umframt at verða leikari, kemur at standa fyri fysiska partinum av venjingunum. Hanus er 34 ár og útbúgvin fysioterapeutur.

Á vøllinum hevur Hanus drúgvar royndir har hann m.a. var við til at vinna greipuna við EB/Streymi í 2008. Hann hevur tó fyri tað mesta umboða barndómsfelagið í Fuglafirði.

Hagtølini siga, at hann hevur spælt 181 dystir, skorað 34 mál og lagt upp til 5 mál fyri ÍF.

Andy Olsen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, sum merkir, at hann eisini í 2019 verður partur av ÍF hópinum. 33 ára gamli søldfirðingurin er helst ein av royndastu leikarunum í landinum. Hann hevur spælt 347 dystir í bestu deildini og skorað 72 mál.

Fyri ÍF hevur Andy spælt 187 dystir, skotið 38 mál og lagt upp til 47 mál. Andy er tann leikarin, sum hevur lagt upp til flest mál fyri ÍF. Andy fer undir sítt 9. ár í ÍF, tá kappingarárið 2019 fer av bakkastokki. Hóast Andy ikki er uppvaksin í felagnum, er hann tann leikarin sum hevur leikt 12. flestar dystir fyri felagið.

Pól Jákup Lundsbjerg hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri komandi tvey kappingarárini. 17 ára gamli fuglfirðingurin hevur í ár fingið sínar fyrstu dystir fyri besta liðið hjá ÍF. Hann spældi tilsamans 14 dystir, har hann legði upp til eitt mál.

Endiliga er tað Sámal Joensen, sum hevur undirskrivað ein 2 ára sáttmála fyri kappingarárini 2019 og 2020. 21 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk veruliga sítt gjøgnumbrot á miðvøllinum hjá ÍF í ár. Sámal hevur spælt 23 dystir, skorað tvey mál og lagt upp til sjey hesi tvey árini hann hevur spælt við besta liðnum. 

[object Object]Sámal Joensen

[object Object]
Hanus Eliasen

[object Object]
Arnold Kristiansen

[object Object]
Andy Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder