Fótbóltur

Ikki longur undir illgruna fyri kynsligan ágang

Kylian Mbappé var herfyri skuldsettur fyri valdstøku í Stockholm. Nú hevur svenski ákærumyndugleikin slept málinum.

Kylian Mbappé (Mynd: EPA)

Kylian Mbappé (Mynd: EPA)

2024-12-12 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Franska fótbóltsstjørnan, Kylian Mbappé, er ikki longur skuldsettur í einum máli um valdstøku í svenska høvuðsstaðnum Stockholm í oktober.

Tað boðar svenski ákærumyndugleikin frá sambært svensku tíðindastovuni TT.

- Í kanningararbeiðinum hevur ein persónur verið útpeikaður undir illgruna fyri valdstøku og í tveimum málum um kynsligan ágang. Men mín meting er, at prógv ikki eru til at  koma víðari í málinum, og kanningararbeiðið er nú støðgað, sigur Marina Chirakova, ákæri.

Navnið á Mbappé hevur ongantíð verið nevnt í sambandi við málið, men fótbóltsspælarin kom herfyri við viðmerking um møguligu ákæruna í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina Canal+.

- Eg undrist ikki, og hevði trupult við at fata tað. Ongin úr Svøríki, hvørki løgregla ella myndugleikar hava sett seg í samband við meg, segði Kylian Mbappé. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder